Amerikanarar til Hiroshima

Fríggjadagin eru 65 ár, síðani amerikanarar sleptu kjarnorkubumbuni niður yvir japanska býin Hiroshima. Sum siður er verður skipað fyri minningarhaldi 6. august, og fyri fyrstu ferð sendir USA umboð fyri minningarhaldið í ár. Bretskir og franskir diplomatar verða eisini hjástaddir.

ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, hevur boðað frá, at hann kemur til minningarhaldið, og hetta er fyrstu ferð, at ein ST-aðalskrivari er í Hiroshima tann 6. august.

Japan er tað einasta landið, sum hevur verið fyri álopum við kjarnorkubumbum. Tann 6. august í 1945 sleptu amerikanararnir einari bumbu niður yvir Hiroshima, og tríggjar dagar seinni sleptu teir einari niður yvir Nagasaki.