Nú eru amerikanararnir í Bagdad.
Gjáramorgunin tóku einir 70 amerikanskir stríðsvognar seg inn í sjálvan miðbýin í Bagdad, har teir millum annað søktu at tveimum av borgunum hjá Saddam Hussein, forseta. Tað mesta av borgunum var kortini oyðilagt av teimum nógvu loftálopunum, sum amerikansk og bretsk flogfør hava gjørt á býin, síðani krígið byrjaði.
Sunnudagin vóru nakrir amerikanskir stríðsvognar eisini í Bagdad. Tá segði amerikanska herleiðslan, at talan var um eitt snarálop, og at stríðsvognarnir tóku seg aftur stutt eftir. Men hesaferð verða teir verandi í býnum, segði ein talsmaður hjá herleiðsluni í gjár.
Hernaðarserfrøðingar ivast í, hvat nú fer at henda. Teir ivast ikki í, at amerikanararnir eru førir fyri at halda støðir sínar í býnum, men spurningurin er, hvat irakar gera, ella hvat teir eru førir fyri at gera.
At irakar ikki hava lagt vápnini sást í gjár, tí tá vóru amerikanskir hermenn í hørðum bardaga við irakskar hermenn í útjaðaranum av Bagdad, søgdu vesturlendskir tíðindamenn, sum eru við amerikansku hermonnunum.
Irakska leiðslan avsannaði í gjár, at amerikanararnir eru í høvuðsstaðnum. Sagt varð, at teir amerikansku hermenninir fara at doyggja við múrarnar í Bagdad.