Sendistovan hjá USA skal longu næsta ár hava heimstað í Jerusalem. Tað boðaði Mike Pence, varaforseti, frá í eini røðu, ið hann helt í ísraelska lóggávuvaldinum Knesset, nú hann er á almennari vitjan í Ísrael. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Tað vakti ans, tá amerikanski forsetin Donald Trump í fjør alment viðurkendi Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels og boðaði frá, at sendistovan skuldi flytast til Jerúsalems. Tá bleiv tó mett, at tað fór at taka trý til fýra ár, áðrenn hon bleiv flutt. Men nú tykist, at sendistovan verður flutt longu komandi ár.
- Tær næstu vikurnar fer okkara fyrisiting at almannakunngera ætlanir fyri at lata tí amerikanska sendistovuna upp í Jerusalem. Og amerikanska sendistovan letur upp áðrenn 2019 er lokið, segði Mike Pence í røðuni, og legði aftrat.
- Jerusalem er høvuðsstaður Ísraels. Tí hevur Trump forseti givið uttanríkisráðnum boð um at fyrireika flytingina av okkara sendistovu.
Jerusalem er miðdepil í stríðnum millum palestinar og ísraelar. Jerusalem er høvuðsstaður hjá ísraelska statinum, meðan palestinar ynskja Eysturjerusalem sum høvuðsstað í einum komandi palestinskum stati.