Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, vóru vertir. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um Tórshavnar kommunu og um høvuðsstaðin.
Alan Leventhal tók við sum sendiharri 1. juli. Í USA er hann kendur sum stovnari og stjóri í Beacon Properties Corporation, eitt av størstu ognaríløgusamtøkum í USA. Hann er útbúgvin fíggjarfrøðingur og er heiðursdoktari á Boston University, har hann áður sat sum nevndarformaður.
Joe Biden, forseti í USA, innstillaði Leventhal sum sendiharra í januar í ár, og senatið góðkendi hann í mai. Alment tók hann við starvinum undir eini móttøku hjá Margrethu drottning tann 1. juli.
Alan Leventhal hevur sett sær fyri at hava tætt samband við allar partar í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrsta ferð hansara í Føroyum. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##