James Michael Drye skiftir sostatt eina gula farvu um við eina aðra.
James hevur spælt við B71 seinastu tvey kappingarárini. Tað er blivið til 52 dystir og 3 mál fyri B71.
Heimasíðan hjá NSÍ hevur frætt, at James hevur trivist ógvuliga væl á Sandoynni. Tó er tað eyðsýnt, eftir dygdunum at døma, at James skal spæla í bestu deildini.
– James Drye kemur aftur til Føroya fyrst í komandi árinum, og tá gleða vit okkum til at bjóða honum vælkomnum til vøllin við Løkin, skrivar NSÍ.
Formaðurin hjá NSÍ, Karstin Joensen, sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at fyrireikingarnar til næsta ár eru í gongd, og at vit koma at frætta meira næstu tíðina.