Portugisiskir brøður døma Føroyar-Ukraina

Talan er um dómarar sum hava dømt í endaspølum

Seinnapartin í morgin klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti seinasta dystin í bólki 6 í EM-undankappingini. Mótstøðuliðið í høllini við Tjarnir verður Ukraina. 

 

Við sjey stigum fyri fimm dystir hava Føroyar longu vunnið seg í EM-endaspælið í Noregi, Danmark og Svøríki, og nú fara okkara menn eftir at vinna bólkin og enda á níggju stigum í bólki 6.

 

Tað vera portugisiskir brøður, ið skulu døma dystin millum Føroyar og Ukraina. Talan er um Daniel Accoto Martins og Roberto Accoto Martins.

 

Daniel Accoto Martins og Roberto Accoto Martins hava royndir frá endaspølum, og tað boðar frá góðsku.