Ford er ein av heimsins elstu og størsu bilaframleiðarum, sum gera bilar um heim. Her um okkara leiðir eru tað teir evropeisku Fordarnir, sum vit kenna best, meðan tað handan hav eru teir amerikonsku Fordarnir, sum seta sín dám á gøtumyndina.
Tveir av bestseljarunum í sínum flokki í USA eru Ford Explorer, ið er mest seldi SUV (Sport Utility Vehicle), og tann ovurstóri Ford F, ið er tann mest seldi pick-up ella “truck”, sum amerikanararnir nevna teir.
Hóast talan eru um stórar bilar við stórum motorum, lúka teir øll tey strangastu krøvini í USA um trygd og umhvørvisvernd.
Ford F-250 Super Duty Lariat
Ford F-250 Super Duty Lariat er ein bilur, sum veruliga sær út av nøkrum og kann nakað. Stórur, við stórum krom kølaragittari, trinbrettum undir síðuhurðunum og eini fríhædd sum ger, at hann kann koyra hvar sum helst.
Ford F-250 Super Duty Lariat er ein 6 persóna 4x4 “truckur” við last. Motorurin er ein 6,0 litur V8 turbodiesel við 325 hk, ið lýkur øll krøv til amerikonsku umhvørvisverndarlógirnar.
Hóast F-250 er ein stórur bilur, er hann lættur at koyra, við tað bilførarin situr høgt við góðum útsýni og hevur møguleika at stilla setrið, so tað hóskar honum best í allar mátar. Bilurin er lættur av yvirskoða.
Samstundis sum hetta er ein arbeiðsbilur við nógvari orku og lastar nógv, er hann sum ein luksusbilur innan í besta amerikanska stíli við leðurkabinu og teak á hurðapanelum og á instrumentborðinum. Í hesi útgávuni er bilurin er eins væl útgjørdur og ein amerikanskur personbilur, hann hevur t.d. automatisk gir, fartpilot klimaanlegg og flestu funktiónir eru el-stýrdar.
At F-serian er týdningarmikil fyri Ford, sæst best av at teir standa fyri einum fjórðingi av allari søluni hjá Ford í USA. Ford F-250 er annars ein væl umtóktur bilur í grannalandi okkara, Íslandi. Bilurin kostar kr. 450.000 v.mvg
Ford Explorer Eddie Bauer Edition
Ford Explorer hevur í mong ár verið mest seldi SUV (Sport Utility Vehicle) í USA. Talan er um ein 7-persónabil við trimum røðum av setrum. Explorer er ikki so nógv størri enn fleiri av teimum sum vanligu SUV, sum vit kenna.
Annars er Explorer, sum vit kunnu vænta av einum amerikanara, góður og lættur at koyra við t.d. automatiskum girum og øllum hentleikum. So gott sum alt er standard í hesi útgávuni.
Bensinmotorurin er ein 4,0 litur V6 við 213 hk. Ein kvikur og væl virkandi motorur, ið lýkur øll krøv til strangastu amerikonsku umhvørvisverndarlógirnar. Explorer fæst eisini við 4,6 litur V8 motori við 239 hk.
Explorer klárar seg væl undir øllum koyriumstøðum, við “Control Trac 4WD System” ið er eitt sera framkomið system, hevur bilurin teir allar bestu 4x4 eginleikar bæði á asfalti og uttan fyri vanliga koyrivegin.
Explorer hevur airbag yvir tað heila og hópin av innbygdum trygdarskipanum sum t.d. Intelligent Safety System. Bilurin fekk fimm stjørnur og besta karakter frá NHTSA (National Highway Traffic Safety Administration) í USA.
Eins og evropeisku Fordarnir hevur Explorer eisini sera liðiliga innrætting við t.d. FoldFlatSystem (FFS), ið ger tað sera lætt at innrætta bilin, alt eftir hvussu nógv fólk ella viðføri skal inn í bilin.
Uttan er Explorer eyðkendur av stórum krom kølaragittari og trinbrettum undir síðuhurðunum, eins og av 18” stóru hjólunum. Bilurin kostar kr. 560.000,-