Amerikanski herflotin hevur sent nøkur av sínum skipum nærri libysku strondini, samstundis sum amerikanski forsetin, Barack Obama, leggur støðugt størri trýst á Muammar Gaddafi fyri at fáa hann at leggja frá sær.
-Vit flyta skip okkara nærri Libya, so tey kunnu verða tøk, um tørvur verður á teimum, sigur obersturin David Lapan, sum er talsmaður fyri verjumálaráðið Pentagon.
Eygleiðarar halda, at amerikanska avgerðin at senda herskip nærri Libya hevur samband við, at libyski varauttanríkisráðharrin, khaled Kaim, hevur ávarað um, at stjórnin fer at brúka hermegi ímóti uppreistrarmonnunum, um tað ikki ber til at fáa semju.