Amerikonsk Rokk diva á G!

Tað er eingin ivi um, at verður tónleikur í serflokki at hoyra í Syrðugøtu, tá ið amerikanska Beth Hart fer á pallin á G! í summar.

Festival summarið
 
Amerikanska songkvinnan Beth Hart verður millum útlendsku nøvnini á G! í ár. Beth Hart er úr einglanna býi Los Angeles og var rættiliga væl umtókt í heimlandinum í sein 90árunum, serliga var tað hittlagið L.A. Song av fløguni Screaming For My Supper, ið gjørdi hana kenda millum manna. Tónleikaheimurin var á gosi. Hon fekk framúrskarandi ummælir frá so at siga øllum. Rolling Stone segði, at Beth hevði the stuff of icons og, at rái rokkurin hjá henni var gjørdur í the spirit of Janis Joplin.
 
Ein risi í Danmark
Í 2003 kom seinasta útgávan hjá songkvinnuni. Fløgan Leave The Lights On, fekk óvanliga góða móttøku millum ummælarar í USA, men onga staðni tóku fløgukeyparar og konsertgestir so væl ímóti henni sum í Danmark. Danski marknaðurin gjørdist sum ein annar heimamarknaður fyri hana. Hetta hevur havt við sær, at hon hevur verið á nógvum konsertferðum í Danmark, tann seinasta var í vetur, við okkara egnu Lenu sum upphiting.
 
Spælir nýggja fløgu inn
Beth Hart er í løtuni heima  í USA í ferð við at spæla eina nýggja fløgu inn, og tað er í hesum sambandi, at hon fer á konsertferð í Evropa í summar. Áðrenn hon kemur til Evropa, fer hon á konsertferð í USA sum sangarinna í bólkinum hjá gittarhetjuni Jeff Beck, ið persónliga hevur valt Beth Hart sum sangarinnu, tá hann um stutta tíð fer á sína fyrstu konsertferð í 10 ár.
 
Viðføddar gávur
Longu á ungum árum sýndi Beth Hart óvanliga góð evni innan tónleik og spældi klassiskan tónleik sum 4-5 ára gomul. Seinni slapp hon inn á L.A. High School for the Performing Arts, við cello og piano sum sergreinum. Hon byrjaði í tannáringaárunum at lurta eftir rokktónleiki - Black Sabbath, Led Zeppelin og Rush, vóru millum fyrstu íblástrarkeldurnar. Tann nýggi lívsstílurin hetta hevði við sær fyri 15 ára gomlu Beth hevði við sær, at hon var tveitt úr skúlanum. Ístaðin byrjaðu hon og vinurin Ron at halda til og spæla tónleik í svørtu økjunum í South Central L.A. Hendan tíðin við nógvum konsertumgjørdist ein nýggjur skúli fyri Beth Hart. Hetta hoyrist aftur í tónleikinum, sum er eitt slag av vaksnum popprokki, við íslettum av klassiskum rokki og týðiligum íblástri úr svart domineraðum tónleikasløgum sum soul og gospel.
 
Rúseitur mundið beint fyri henni
Stóra hittið L.A. Song gav henni um aldarskiftið atgongd til amerikansku popptindarnar. Hon var at hoyra allastaðni: í sjónvarpi, í útvarpi og á pallinum. Men sama atgongumerki til rokkstjørnulívið, gjørdi næstan av við hana. Sum trýstið vaks og meir og meir varð kravt av henni, byrjaði hon at leita sær til fløskuna og rúsevnini og tá gekk skjótt niður á bakka. Ein rámandi mynd av hvussu hon brendi allar brýr og kvetti øll sambond, hon hevði við umverðina, var tá hon einaferð setti eld á túrbussin. Áðrenn hon visti av, stóð hon einsamøll uttan arbeiði, bólk ella vinir. Beth Hart sigur sjálv, at tað er eitt undur, at hon er á lívi í dag.
 
Sum fuglurin Føniks 
Men eitt enn størri undur er tað, at Beth Hart, sum fuglurin Føniks, hevur reist seg úr øskuni og hevur við Leaving the Lights On,  givið eina fløgu út, ið er nógv betri enn nakað, hon áður hevur gjørt. Hon byrjaði sína ferð ímóti ljósinum á læstu deild, ið av tilvild hevði eitt klaver standandi.
Hon sigur, at fyrstu tónarnir, hon spældi, vóru bæði krops- og sálarliga sera krevjandi. Men sum tíðin leið, hevði hon skriva fleiri sangir. Tá fór í upptøkuhølið aftur, vóru øll, ið hoyrdu nýggju sangirnar, bergtikin. Eyðkenda ráa huglag Beths var enn til staðar, men ongantíð áður høvdu sangirnir verið so persónligir og samstundis merktir av vón. Beth hevði stært sínar trupulleikar beint í eyguni og var komin bæði sterkari og vísari út í hinum endandum. Við fløguni Leave The Lights On tók Beth aftur ræði á sínum egna lívi.
Tað er tó á pallinum, nývunna lívsgleði Beths sæst best aftur. Hennara karráu framførslur eru eyðkendar av eini heilt serligari nærveru, ið smeltar sjálvt tey harðastu hjørtini. Við sveittabroti og í andarisi oysir Beth í tónleikinum út av sínum kenslum og øll, ið eru fyri, fáa eitt sermerkt innlit í tað stríð, lívið kann vera. Men sigurin í stríðnum er eisini við í søguni. Glottin fyri framman, vónin.