Tónleikalívið í Føroyum misti leygardagin 26 august eina av sínum veruligu eldsálum, tá vestmenningurin Karl Anton Klein andaðist á sjúkrahúsinum í Glostrup.
Karl Anton hevur, síðan hann við bólkinum Plastnoist í 1993 trein inn aftur á føroyska tónleikapallin eftir fleiri ár í útlegd, verið ein tann sterkasta persónligheitin á hesum palli og ein sonn drívmegi í føroyskum tónleiki.
Í TUTL, á Margarinfabrikkini í Havn og sum íðin viðmerkjari og sterk persónligheit, hevur Karl Anton spælt ein stóran leiklut í teirri menning føroyskur tónleikur er farin ígjøgnum hesi árini. Hann stovnaði enntá egið plátufelag fyri nøkrum árum síðan, Spren Rex, og gav út einastu veruligu føroysku undirgrundsfløguna Ampaljóð, við bólkunum Lama Sea, Speaker, 48 Pages og Zink.
Fekk skil á Margarinfabrikkina
Fyri Margarinfabrikkina var Karl Anton ein sera týdningarmikil maður, tað var hann sum fekk sett skump í umvælingina av sera illa viðtiknu hølunum, hann hevði ikki sitið við róðri á Margarinfabrikkini leingi, áðrenn venjingarhølini vóru snotilig og hampilig.
Karl Anton hevur serliga í hesum virki sinum á Margarinfabrikkini í Havn, havt stóra ávirkan á tað nú so blómandi tónleikalívið í Havnini. Hann hevur við sínum líkatil verumáta verið ein hollur stuðul hjá bólkum, ið hava slitið sínar barnaskógvar í venjingarhølunum í Margarinfabrikkini. Hann hevur tikið nógvar av teimum bestu tónleikabólkunum á føroyska pallinum undir sínar veingir, og hevur vegleitt og lagt lag á, tá teir vandu.
Karl Anton skilti, at herðaklapp eru góð, men at klappa herðar tá einki var at klappa at, tað gjørdi hann ikki.
Yvirdrivin herðaklappan er ikki sunn
Eg hitti Karl Anton var við Statoil støðina í Kollfjarðadali eini tvær vikur fyri hann andaðist.
Hann segði, at hann ætlaði at skriva eina grein um føroyskan tónleik, og tí óføru herðaklappanina, ið bólkar fáa í fjølmiðlunum, serliga áðrenn tiltøk. Hann legði ikki fingrarnar í millum. smæddist sum vant ikki í at finnast at, og helt ikki at henda tóma hálovanin av øllum bólkum var sunn fyri menningina í føroyskum tónleiki. Greinin hevur ikki verið prentað enn, og spurningurin er um hon er skrivað, men eingin ivi eru um, at hon hevði verið áhugaverd, tí hansara ummælið vóru altíð áhugaverd, tey kundu vera hørð, men vanliga eisini konstruktiv. Man kundi vera samdur ella ósamdur við honum, men maðurin hevði sterkar meiningar og stóð við tær.
Tá Karl Anton rósti einum bólki, og tað gjørdi hann bæði ofta og títt, so var tað tí, at honum veruliga dámdi tað, ið bólkurin gjørdi, og tí at hann metti at bólkurin brúkti sínar gávur á best møguligan hátt.
Virðingin kemur til sjóndar nú
Karl Anton var kendur sum ein hvassorðaður ummælari, og hansara bersøgni atburður gav honum ikki bara vinir. Henda dagin í Kollfjarðadali, tosaðu vit m.a. um kjak.fo. Tá Karl Anton í fjør skrivaði nøkur ummæli fyri Sosialin, fekk tað sinnini í kók hjá nógvum. Á kjak.fo var kjakið um Karl Anton sera harðmælt, og hann segði mær, at hann ivaðist í, um hann tímdi at ummæla longur.
Men, at virðingin fyri Karl Anton var stór, eisini inni á Kjak.fo, sæst týðiligt eftir, at hann er farin. Hópin av fólki hevur leitað sær inn á kjak.fo, og undir evninum Karl Anton farin, minnast tey hesa eldsálina.
Skjalprógvaði føroyskan tónleik
Vart tú til eitt tónleikatiltak, hitti tú ofta Karl Anton, hann hevði sera ofta videotólið við, og filmaði nógvar konsertir. Eg ímyndi mær, at savnið av konsertupptøkum hjá Karl Anton man vera sera stórt, og hesin dýrgripur átti at verið varðveittur á onkran hátt.
Ein hvítur Hendrix upp á speed
Karl Anton hevur eisini luttikið aktivt á tónleikapallinum, bæði sum sangari og gittarleikari hevur hann spælt nógvar minniligar konsertir við Plastnoist, einkikanndiskuterast.altkann og Fólkayvirlitinum. Minnist væl fyrstu ferð, at eg var á konsert við Plastnoist, hetta var í Bládýpinum í 1993, umleið eina viku eftir at Tungmálmur 93 hevði verið. Eg bleiv blástur um koll, av hesum garvillu monnunum, ið buldraðu og brakaðu við nógvari attitydu, minnist væl at eg hugsaði, hví vóru tit ikki á Tungmálmi? Serliga ótrúliga djúpa røddin hjá Karl Anton var fasinerandi.
Í ummælið av konsert hjá Einkikanndiskuterast.altkann fyri nøkrum árum síðan, skrivaði eg, at Karl Anton Klein var sum ein hvítur Hendrix upp á Speed. Honum dámdi so væl hesa lýsing av sær, at hann nevndi tað fyri mær fleiri ferðir. Eins og Hendrix fór Karl Anton alt ov ungur, og missurin av Karl Anton kennist svárur.
Gav okkum ríkar tónleikaløtur
Beint fyri ólavsøku skipaði Fólkayvirlitið fyri sínum summarshowi í Miðlahúsinum í Vágsbotni, saman við fleiri øðrum bólkum fór Fólkayvirlitið á pallin, hetta varð seinasta dømið um ríkar tónleikaløtur, ið Karl Anton hevur givið føroyingum við tiltøkum serliga á Margarinfabrikkini og nú seinasta árið í Miðlahúsinum. Men konsertirnar hava ikki einans verið her heima, fleiri ferðir hevur Karl Anton verið uttanlands við ungum tónleikabólkum. T.d. í november í fjør, tá hann fór til Íslands á konsertferð við 48 Pages og Sic. Karl Anton fór við bilinum í Norrønu, meðan flestu tónleikararnir flugu yvir, koyrdi so gjøgnum alt landið fyri at taka ímóti teimum á flogvøllinum, og virkaði síðan sum bilførari og samskipari fyri teir. Tað eru ótrúliga fáir 45 ára gamlir menn, ið tíma at nýta so nógva orku fyri at stuðla undir hjá teimum ungu.
Minnast hann í Ampaljóðinum
Karl Anton dámdi øgiliga væl, tá tað gekst væl, hjá bólkunum, ið hann á onkran hátt hevði stuðla undir hjá. Eg minnist t.d. Prix Føroyar finaluna í 2003, tá hann errin vísti á, at flestu bólkarnir, ið luttóku í finaluni, høvdu ella høvdu havt sína dagligu gongd á Margarinfabrikkini. Hann vísti eisini á, hvussu stórur prosentpartur av øllum bólkunum, ið luttóku í finaluni, høvdu okkurt tilknýti til fabrikkina í miðbýnum í Havn. Hann visti væl hvønn týdning Margarin Fabrikkin hevði fyri føroyskan tónleik, og hann saknaði, at tónleikavinnan veruliga varð tikið í álvara av politiska myndugleikanum í Føroyum.
Nú Karl Anton er farin, stendur eitt stórt hol eftir hann. Hvør lagnan verður hjá Margarin Fabrikkini ber ikki til at siga enn. Men sagt verður mangan, at maður kemur í mans stað. Hetta er møguligt rætt, men hesir skógvar eru stórir at fylla. Hetta skrivi eg væl vitandi um, at Karl Anton altíð spældi skóleysur.
Tað finnast so fáar eldsálir av Karl Antonsa lag, at tað kennist dupult svárt, at missa hann so mikið ungan. Hansara ampaljóð er slóknað, men eftir hann liggur lívsverkið, ið hoyrist aftur í ampaljóðinum hjá nøkrum av okkara bestu tónleikabólkum