"Færøsk Politik" fyri hundrað árum síðani

Í ár eru liðin hundrað ár, síðani bókin "Færøsk Politik. Nogle Uddrag og Betragtninger" eftir Jóannes Patursson kom út. Bókin gjørdist tá í 1903 hugsjónarliga grundarlagið hjá føroyska sjálvstýrispolitikkinum.
Jóannes Patursson legði dent á, at sínámillum fatan, sum kann føra til sínámillum samstarv, er bara gjørlig, byggir hon á sínámillum vitan.
Norrøna Felagið í Føroyum heldur tað vera vert at gera vart við, at í ár eru liðin hundrað ár, síðani "Færøsk Politik" kom út.
Mikudagin tann 22. januar kl. 19.30 heldur Jákup Thorsteinsson, søgufrøðingur, almennan fyrilestur um bókina "Færøsk Politik" á Landsbókasavninum í Havn. Har verður eisini høvi at síggja bókina.