Soleiðis segði fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin Henry Kissinger, og hann man vita hvat hann tosar um. Men globalisering kann síggjast úr ymsum vinklum. Hvussu ávirkar henda umfatandi prosess føroysku flakavirkini, hvussu ávirkar hon tekstilídaðin í North Carolina, ella hvussu ávirkar hon tað, sum er eftir av skipasmiðjum í Europa, eitt nú tað størsta danska, Lindø-værftet í Odense, sum hevur stórar trupulleikar. Men man ikki sigurharrin í 2. Heimsbaraga, og sami sigurharrin í Kalda krígnum, USA, hava fyrimunir av gongdini?
Ein spurningur í hesum sambandi, sum er nógv frammi í pressuni ymsastaðir í verðini, er hallið á handilsjavnanum hjá USA. Javnin hevur verið negativur í langa tíð, so sum mynd 1 vísur. Í 1980-unum var hallið umleið $100 milliardir, í dag er tað seks ferðir so stórt, ella gott $600 milliardir. Seinastu tølini, sum blaðið "The Economist" (230405) end-urgevur, vísa eitt hall uppá ársbasis í mars uppá $693 milliardir.
Kina hevur størsta fólkatalið og skjótast vaksandi búskapin
Ein fittur partur av hesum halli á handilsjavnvágini stavar frá handlinum við Kina, sum bæði hevur tað størsta fólkatalið í heiminum, 1,3 milliardir, og eisini tann skjótast vaksandi búskapin av teim størru londunum, eini 9,3% uppá ársbasis.
Samhandilin millum USA og Kina er blivin stórur, men hallið er eisini stórt, tá USA skal gera roknistykkið upp. Hallið er, eisini sambært The Economist, nú uppi á gott $150 mia. Og tað er javnt vaksandi.
Kina hevur bundið sín valuta yuan fast til dollaran
Men hvat ger ein supermakt sum USA við hetta vaksandi problem? Kina hevur bundið sín valuta yuan fast til dollaran. Vekslikursurin hevur í eini tíggju ár verið 8,28 yuan fyri dollar. Dollarin hevur verið fallandi í virði í nøkur ár, og tað hevur gjørt tað lættari at selja amerikanskar vørur í útlandinum. Men ikki til Kina, tí hvørja ferð dollar er fallin í virði, so er kinesiska yuan fallin líka nógv.
Amerikanska stjórnin, landsbankastjórin Green-span, politikarar og ídnað-armenn vilja hava Kina at sleppa hesi kopling millum dollar og yuan. Teir vóna, at blívur yuan gjørdur leysur aftur, so fer kursurin at hækka í mun til dollar, og so eru kinesiskar vørur minni kappingarførar. Men Kinesarar latast ikki um vón, enn í hvussu so er. Men tað kann í prinsippinum henda hvørja løtu. Fer yuan upp, dregur tað hinar asiatisku valutaeindirnar við upp, meðan dollar fellur og dregur euro við sær niður.
Greenspan ávarar móti fylgjum av "twin deficits"
Alan Greenspan, landsbankastjóri, segði í fíggjarnevndini hjá Senatinum í síðstu viku, forsøgnir vísa at gondgin við stórum halli í fíggjarlógini ikki í longdini er haldgott, (cnn.money). Rentur av lánum skulu betalast, og henda rentubyrðan fer at økja um hallið, um einki munagott verður gjørt. Búskapurin í landinum hevur tað gott, men stóra hallið á handilsjavnanum og á fíggjarlógini mugu steðgast og vendast. Hann málbar seg óvanliga hvast, og segði bart út at tað førdi búskapin út í stagnatión ella tað sum verri var, ella við egnum orðum: "?to stagnate or worse" So stendur opið hjá eygleiðarum at gita hvat hann meinti við "or worse"
USA vil leggja 27,5% á allar kinesiskar vørur
Tí hava fleiri amerikanskir politikarar gron. Globaliseringin er ikki altíð so løtt at fáa at virka til egnan fyrimun í øllum førum. Fríhandilsviðhaldsmenn og -kvinnur í amerikansku kongressini fækkast í tali, og fleiri vilja smíða lógir, sum áleggja kinesarum og øðrum verjutoll, tí amerikanskar vørur ikki eru kappingarførar, og hallið bara veksur og veksur.
Í amerikanska senatinum er eitt lógaruppskot til viðgerðar, sett fram av demokratinum Schumer. Tað skal leggja ein toll uppá 27,5% uppá allar kinesiskar vørur sum koma til USA, um ikki Kina uppskrivar virðið á yuan innan 6 mánaðir. Ein klár og beinleiðis hóttan móti Kina. Men eisini eitt klárt brot á tær fríhandilsreglur, sum WTO, World Trade Organisation, hevur sett. Í WTO er USA sjálvt drívandi kraftin, men ganga reglurnar tær ímóti, so er best at gera nøkur undantøk ella heilt aðrar reglur.
Í mun til Europa?
Europiska felagsvalutan euro er, sum lesarunum kunnugt, ikki bundin at dollara.Inntil 1. januar í ár minkaði virðið á dollara so javnt og skjótt. Men síðan tá er tað gingið meira upp og niður, sum mynd 2 vísir. Tey stuttu útsvingini komast sum oftast av tíðindum úr Europa og USA um positivar og negativar hendingar í búskapinum. Arbeiðsloysi, útflutningstøl, oljuprísir, landshúsarhald-ið, rentan og vanligur vøkstur í búskapinum. Men nú síggjast eisini hugleiðingar um, hvat ið fer at henda í Europa, um nýggja grundlógin fellur, tá atkvøtt verður í Frankaríki í næsta mánaði. Eingin ivi kann vera um, at tað politiska arbeiði í ES verður ávirkað negativt. Men fer tað eisini at taka støðið undan felagsvaluta-eindini euro?
Hesa vikuna hevur euro verið í javnari framgongd. Hetta komst av, at nýggjastu tølini vístu, at euro-økið hevði ein betri gjaldsjavna enn væntað var. Og tað sigur nakað um, at hóast ein sterk euro, so liggur væl fyri hjá europeiskum londun at flyta vørur út. Hinvegin hjá USA. Hóast ein bíligan dollara, so kunnu amerikanskar vørur ikki seljast. Hetta fyribrigdi kundi bent á, at okkurt er grundleggjandi gali í amerikanska búskapi-num.
"Almost none of its segments would prevail?"
Búskaparfrøðinurin Samir Amin frá Forum du Tiers Monde í Dakar í Senegal hevur kort síðani skrivað bókina "The liberal virus," (Monthly Rewiev Press, NY, 2004) og hann leggur ikki fingrarnar ímillum. Hann sigur, at tann amerikanska framleiðslan er in-effektiv á at kalla øllum økjum. Síða 104: "Almost none of its segments would prevail in a truly open market" ella, næstan eingir partar (av framleiðsluni) kunnu klára seg á einum veruliga fríum marknaði. Sjálvt ikki high-tech sektorin, sum fyrr var leiðandi, gevur avlop á handilsjavnanum í dag. Hann vísir eisini til kappingina á rúmdarøkinum, har europeiska Ariane-rakettin er sera effektiv, og kappingina millum leiðandi framleiðarar av civil-flogførum í dag, Boeing í USA og Airbus í Europa, har Airbus nú er størsti framleiðari, og sum um fáar vikur sendir heimsins størsta ferðamannaflogfar, Airbus 380, upp fyri fyrstu ferð.
Einasta økið, har USA vissuliga er leiðandi, er "the armament sector" ella í vápnaídnaðinum. Men hann virkar nettup ikki á einum fríum marknaði, og fær stóran statsstuðul. Hvussu skulu vit so skilja orðini hjá Kissinger?