"Queen Mary 2" til Bergen

Leygardagin tann 17. juli fær Bergen vitjan av fimm stórum ferðamannaskipum við tilsamans 4.200 ferðafólkum. Manningarnar telja 1500 fólk.

Tað størsta skipið er tað nýggja "Queen Mary 2". Hini eru "Ocean Majesty", "Delphin Renaiseance", "Black Princess" og "Le Diamant". Bergens Tidende skrivar, at tá "Queen Mary 2" fer undir Askøkbrúnna, verður minni enn ein metur ímillum tað ovasta á skipinum og brúnna. Í heitum veðri er brúgvin ein metur lægri enn í vanligum veðri, og tað sama er, um nógv fólk eru á brúnni. Tí umhugsa myndugleikarnir í Bergen at steingja brúnna, so eingin ivi skal vera um, at tað risastóra skipið kann sigla undir henni.

Í Bergen vænta tey sær nógv burtur úr vitjanini. Bergens Tidende skrivar, at hvørt ferðafólk leggur einar 600 krónur eftir seg, og harafturat skulu skipini hava útgerð og tænastur fyri fleiri hundrað milliónir krónur, meðan tey eru inni.