Andakt: Eg skal geva tykkum hvílu

Eftir Jógvan Zachariassen, Hoyvík

Tað er ein undurfullur sannleiki, at Heilagi Andin tekur bønir okkara til Faðirin, tá ið vit ikki sjálv duga at seta orð á tørvir og kenslur okkara.

“So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu”

(Róm. 8:26-27).


Her eru fimm undurfullir sannleikar, sum vit kunnu gleðast yvir frá hesum versunum:


1) Gleð teg yvir hetta: Gud krevur ikki at vit skulu kenna vilja Harrans í øllum smálutum í lívinum – og tað er í ordan at vit ikki kenna vilja Guds í øllum. Hann leiðir okkum kortini!


2) Gleð teg yvir hetta: Gud stendur ikki klárur at straffa okkum og skelda okkum út, tá vit óttast, ivast og eru veik. Hann hevur samkenslu við okkum og biður fyri okkum!


3) Gleð teg yvir hetta: Guds verk í okkum og fyri okkum er ikki avmarkað av og heldur ikki treytað av hvat vit skilja ella duga at úttrykkja í orðum.


4) Gleð teg yvir hetta: Heilagi Andin biður fyri okkum í øllum truplum umstøðum í lívinum – Gud er ikki ímóti okkum. Hann er fyri okkum!!


5) Gleð teg yvir hetta: Bønir Heilaga Andans fyri okkum eru altíð eftir vilja Guds – og Gud sigur altíð “ja” til bønir, sum eru eftir vilja Hansara. Tí sigur Gud ongantíð “nei” til bønir Heilaga Andans.