Anders Neuhausen var verfaður Valdemar Lützen, kendan handilsmann í Havn. Sum ofta er, var tað rein tilvild, at hann kom at enda sínar dagar í Føroyum.
Anders átti eina dóttir Ingeborg, sum hevði søkt og eisini fingið starv sum lærari á Borðuni.
Her var viti komin í 1893. Í 1897 søkir vitameistarin um at fáa lærara til vitan. Tað verður játtað og tey fylgjandi árini eru nokk so nógvir skiftandi lærarar á Borðuni. Tann fyrsti lærarin var Eva, systir Valdemar Lützen.
Men tá ið Ingeborg skuldi fara avstað til Føroya gjørdist hon sjúk og mátti setast aftur. Men hetta endaði við, at systir Ingeborg, Ellen, fór í staðin til Føroyar í 1906.
Her kemur hon í samband við Valdemar Lützen. Hansara handil hevði sáttmála við vitaverkið um at lata teimum útgerð.
Kanska hevur hann sjálvur verið úti á Borðini við vøru og er so fallin fyri lærarinnuni. Men undir øllum umstøðum giftast tey og fáa tveir synir, Viggo og Mogens.
Í ætt við stovnaran av Tivoli
Ellen var ættað úr Thisted í Norðurjútlandi. Foreldrini hjá henni vóru Othonia Petrine Carstensen f. 1845 og Andreas Neuhausen f. 1838. Mamman var nærmasta ætt hjá Georg Carstensen, stovnara av Tivoli í Keypmannahavn.
Andreas var fyrst keypmaður í Thisted, men seinni flyta tey til Keypmannahavnar, har hann verður bókhaldari. Ellen og Ingeborg eru í hvussu er føddar í Keypmannahavn.
Othonia doyr sum tað skilst rættuliga ung. Á ellisárum flytir Anders til Føroya at vera hjá Ellen og Valdemar. Her blívur hann so verandi til hann doyr i 1916 og verður jarðaður undir liðuni á foreldrunum hjá Valdemar, Jettu og Jacob Lützen.
Um børnini hjá Anders kann annars sigast, at tey vóru níggju í tali. Summi teirra eru farin nakað vítt. Elsti sonurin Johan f. 1879 var uppkallaður eftir abbanum, sum var hattamakari. Hann gjørdist apotekari í Capetown í Suðurafrika.
Annars er at siga um Ingeborg, at hon gjørdist kend sum ein sera virkin kvinna. Hon var drívmegin at stovna »folkebørnehaver« í 1915. Hon tók eisini í 1941 stig til at stovna Børneringen, sum á donskum og kristnum grundarlagi skuldi verja børnini móti nasistiskari ávirkan. Hon hevði eisini serlig evni at savna pening inn til hetta endamál. Ingeborg gjørdist riddari av Dannebrog.
Versonurin gjørdist handilsmaður og nógv annað
Kann ikki so nógv sigast um Anders Neuhausen, kann meira sigast um versonin Valdemar.
Í 1904 søkir hann um at fáa handilsloyvi. Jólaaftan sama ár byrjar hann at selja millum annað »kul, koks og brænde samt byggematerialer«. Hann fær sáttmála at lata vørur til Færøernes Fyrvæsen og donsku sjóverjuna. Hann keypti skonnartina Olaus, sum var komin inn á Skálafjørðin fullfermd við koli. Men skipið hevði eisini leka. Valdemar leigar eitt øki inni á Strondum, og hann nýtir Olaus sum hulk. Tað er frá hesum, at staðarnavnið Hulkur stavar. Í 1934 byggir hann oljutanga á Hulki, og her selur hann kol og olju til skipini. Hetta virksemi hevur hann til seinni heimsbardagi brestir á.
Valdemar var yvirhøvur væl lýddur sum ein góður arbeiðsgevari. Á Strondum varð hann kendur fyri at gjalda lønina í hondina. Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja á bygd tá í tíðini.
Valdemar hevði sera fjølbroytt virksemi. Í 1930 varð sandbáturin Slúkur keyptur, og Valdemar og Niels í Heiðunum seldu sand saman. Valdemar fekk sær eisini roykivirki, har teir royktu sild og áll.
Eisini átti hann skip. Fyrst Forældres Minde og síðan Syv Søstre, uppkallað eftir hansara sjey systrum.
Valdemar var eisini ein av undangongumonnum í mjólkarforsýningini í 1908. Hetta var stórt frambrot tá í tíðini.
Hann var eisini í mong ár umboð fyri eitt enskt tryggingarfelag, har stórur partur av føroyskum sethúsum vórðu tryggjað.
Valdemar hevði eisini umsorgan fyri okkara sjófólki, og hann var ein av oddamonnunum, tá ið sjómansheimið í Havn varð bygt.
Hann var eisini oddamaður hjá arbeiðsgevarum, tá ið arbeiðararørslan tók seg upp og var við til at gera fyrsta sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag í 1916. Hetta varð gjørt uttan verkfall.
Hann var eisini kirkjuverji og var kendur fyri sítt sosiala medvit. Hann lívgaði hjá mongum, sum vóru illa fyri.
Skeiva pakkhús
Í 1928 læt Valdemar Skeiva Pakkhús byggja. Grótarbeiðið við Skeivapakkhús stóð skrivarin Jens Jensen fyri saman við Essa á Kirkjuveg. Valdemar fekk gjørt eitt lítið vektarhús uppi á Høgu-kaj skamt frá trappuni niður á Lágu-kaj. Timburarbeiðið høvdu Frants & Óli Mortensen av Argjum. Valdemar kravdi, at eitt stórt hurðahol bleiv gjørt í kjallaranum á suðursíðuni, men skrivarin noktaði. Valdemar fekk hann at gera tað við at taka skyldina á seg. Skrivarin segði tað var óðamannaverk. Hurðaholið bleiv so múrað til, men fleiri ár seinri tikið frá aftur, og hurð sett í, so teir stóru lastbilarnir kundu fáast innar. Sig so ikki at Valdemar var framsíggin!
»Kul, koks og brænde«
Valdemar Lützen handlaði við byggitilfari, jarni, cementi, múrsteinum og eisini koli, koksi og brenni.
Eina tíð keypti Valdemar eisini torv úr Rituvík at selja havnafólki. Í 1920-unum varð koyrt runt í býnum við hestavogni við vøru. Tá byrjaðu bilar at koma, og so við og við keypti Valdemar teir kendu gulu lastbilarnar.
Í Vágsbotni móti Bryggjubakka stóðu neyst og her lá trægoymsluhús hjá Vágsbotnshandlinum. Í fyrru helvt av 1920-unum vóru hesi hús tikin niður, og betongbygningar stoyptir. Valdemar Lützen átti tann norðasta av teimum. Hann hevði verið í Bergen, og hann mælti til, at bygningarnir fingu sama snið, sum Hansabygningarnir á Tyskerbryggen í Bergen. Skrivstovan hjá Valdemar Lützen var øll árini úti í Fabrikkini í Rættará, men tá ið bygningurin á Bryggjubakka var liðugur í 1923-24, var flutt higar. Men so flutti hann útaftur í mars 1940 í nýggja skrivstovubygningin, ið bygdur bleiv sunnanfyri Fabrikkina og yvir Rættará. Konsul Mason hevði eisini skrivstovu hjá teimum í Rættará undir krígnum. Har komu tí nógvar skipsmanningar at stempla passini hjá Mason.
Eisini olja
Tað hevur helst verið í 1930-unum, at Valdemar Lützen yvirtók DDPA- agenturið. Men tá ið kríggið brast á, var eingin leverandørur úr Danmark. Tá sendi Valdemar eitt telegramm yvir til Rockerfeller í New York. Hann svaraði aftur og spurdi hvør handlaði við olju. Hann fekk at vita, at tað var Shell og DDPA. Eingin trygging var, so Valdemar Lützen tók ábyrgdina bæði fyri Shell og DDPA. Ein oljubátur Tuxhavn sigldi undir øllum krígnum úr Onglandi við petroleum, bensini og olju til bæði Shell og DDPA.
Hetta oljuævintýrið endaði í 1949, tá Esso sjálvt, seinni Statoil nú Effo, yvirtók oljuna.
Valdemar Lützen var eitt gott arbeiðspláss, har fólk støðaðust væl.
Sonur Valdemar, Mogens, tók yvir tá ið gamli Valdemar fall frá.