Frítíðarmyndamaðurin Jack Lihaug hevur áður tikið nógvar stuttligar myndir, sum hava verið at sæð á ymiskum heimasíðum.
Ein av kendu myndum hansara er eitt andlit á himmalinum, sum líkist teirri mynd, sum vit plaga at knýta til andlitsmyndina av Jesusi.
Pensjónisturin, sum býr í Bø í Noregi, hevur soleiðis fleiri ferðir verið heppin at finna andlit í sínum náttúrumyndum.
Útlendskar heimasíður hava eisini skrivað um myndina, sum norðmaðurin nú hevur funnið í sínari myndagoymslu.
Myndin, sum nú er at síggja á heimasíðum, er av eini aldu, har eitt andlit sæst fremst í alduni. Sjálvur kallar Jack Lihaug hesa mynd "drekin".
- Jú, tað er stuttligt, at fólk lata við seg koma, tá tey síggja slíkar myndir, sum eg havi tikið, sigur frítíðarmyndamaðurin.