Andlitsmáling, hoppiborg og Emma

Barnatiltak

Høllin var prýdd við ballónum, og runt í henni reikaðu eini 200 børn og dagrøktarar. Hetta komst nevniliga av, at dagrøktararnir í Tórshavnar Kommunu skipaðu fyri stórum tiltaki uppi í Badmintonhøllini í gjár.
Børnini sóu út til at stuttleika sær óført. Ein hoppiborg var sett upp í einum horni í høllini, og í einum øðrum stóð M´as Blues Band og sang allar sínar hit-sangir. Eisini vóru borð sett upp har tvær útklæddar konur sótu og góvu børnunum andlitsmáling ? alt fyri at gera tiltaki eitt sindur hugnaligari.
Meðan Emma og hini buldraðu í horninum hoppaðu og dansaðu børnini á gólvinum. Eisini vóru tey røsk at syngja og klappa við. Og gav M´as Blues Band eisini børnunum fyrsta floks undirhald, og ikki var spart uppá luftgittaran hjá bólkinum.
Hæddarpunktið var uttan iva tá Babu fór í luftina. Øll børnini spelaðu yvir til tey leikandi, og hoppaðu og klappaðu so tað rungaði eftir í. Og tað er ikki heilt skeivt at siga, at tey vaksnu hugnaðu sær minst líka nógv sum børnini. Eitt tiltak, ið dagrøktarar, foreldur og børn, uttan iva kunnu vera ógvuliga glað fyri.