TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við fótbóltsviðmerkjaran og ítróttarskrivaran, André Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur", ið var aftaná dystin í Nations League millum Føroyar og Malta sum endaði við einum 3-1 sigri til Føroyar.
André Olsen heldur, at í løtum fattaðist nakað leikliga, men samlað er talan um eitt gott føroyskt avrik.
Føroysku málini vóru ótrúliga væl sett inn, og í verjupartinum sá tað ógvuliga gott út, serliga í seinna hálvleiki tá Malta ikki kom til nakran stóran málmøguleika.
- Tað týdningarmesta í einari nýggjari kapping er at fáa eina góða byrjan, slær André fast.
André Olsen setti eisini orð á góða avrikið hjá føroyska U21-landsliðnum, ið megnaði javnleik 1-1 ímóti Pólandi á útivølli ígjár.