Andras Joensen 60 ár

Í dag, fríggjadagin tann 23. september 2005 fyllir Andras Joensen í Klaksvík 60 ár. Hann er gerðamaður, og hann hevur í mong ár verið við til at seta dám á Klaksvíkina.

Andras, sum er føddur í 1945, er elstur av teimum trimum børnunum hjá Onnu og Jógvani Martin, bónda í Gerðum. Anna var úr Nornastovu í Mikladali, og Jógvan Martin úr Niðristovu í Gerðum. Andras eigur tvær systrar, Elinborg og Hjørdis, sum báðar búgva í Klaksvík. Elinborg er gift Ólavi Samson, og Hjørdis er gift Heina Mohr. Merkisvert er tað, at í dag, 60 ára føðingardagin hjá beiggjanum, er 50 ára føðingardagur hjá Hjørdis.
Andras var borin til at taka við ábyrgd av Niðristovugarðinum, og tað kann ikki annað sigast, enn at hann hevur gingið høgt upp í, og at hann hevur havt gott hegni at bóndast. Andras hevur stóran alsk til seyð og seyðahald, og røktina av Niðristovugarðinum hevur ógvuliga stóran týdning fyri hann liggur honum.
Andras hevur eisini verið uppi í almennum tiltøkum, sum hava við seyð og seyðahald at gera. Fyri nøkrum árum síðani var hann ein av stigtakarunum at endurstovna seyðasýningarnar, sum í dag rættiliga eru komnar aftur til lívs kring landið. Hann er eisini fróðarmaður, og hann veit nógv at siga frá - ikki minst um Gerðar og hagan, sum liggur til garðin, bæði fyri Heiman og eystanfyri Kvígingarskarð.
Sum tjóðskaparligur hugsjónarmaður hevur Andras eisini hjarta fyri siðaarvi føroyinga. Hetta sæst millum annað aftur í leikluti hansara í Grindamannafelagnum og innan ullvirking, har hann er ein av undangongumonnunum og stigtakari saman við øðrum góðum fólki.
Andras er útbúgvin timburmaður og var sum slíkur arbeiðsformaður hjá Byggifelagnum Kanjon í nøkur ár, áðrenn hann í 1987 tók við starvi sum vegformaður hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann hevur sostatt verið vegformaður í skjótt 20 ár.
Andras hevur sitið eitt áramál í nevndini fyri Klaksvíkar Handverkarafelag, og
sat eitt skifti í Klaksvíkar Býráð valdur fyri Fólkaflokkin.
Andras hevur stórt hjarta fyri heimbýnum. Hetta kemur til sjóndar bæði í starvi hansara hjá kommununi og í frítíðini, har hansara partur í Klaksvíkar Ítróttarfelag ikki liggur eftir. Eitt skifti var hann limur í fótbóltsnevndini, og hann hevur altíð verið klárur at taka tøk fyri felagið. Dømi um hetta eru tær mongu ferðirnar á vári, tá ið Andras hevur staðið á odda fyri at rudda kava av fótbóltsvøllinum, so KÍ kann sleppa at spæla heimadyst.
Andrasi dámar sera væl at skapa hugna, og hann hevur eisini framúr hegni til tað, bæði privat og eisini í sambandi við almenn tiltøk. Eitt sigandi dømi um hetta var millum jól og nýggjar fyri nøkrum árum síðan, meðan kavin lá tjúkkur. Tá tók hann stig til ein serligan kavamannahugna á fótbóltsvøllinum. Lýst varð í útvarpinum, og tað var so skjótt, at ein rúgva av fólki var savnað á vøllinum - børn og vaksin hvørt um annað - og felags fyri øll var, at tey í barnsligum kæti stríddust og kappaðust um at gera kavamenn og annars hugnaðu sær í stilla vetrarveðrinum.
Í 1967 giftist Andras við Sølvu, dóttir Emmu og Sam Jacobsen í Búðunum. Tey bygdu í Gerðum - tætt við hjá foreldrum hansara, og har eiga tey gott og hugnaligt heim. Sølva og Andras eiga tvey børn, Jógvan, ið eins og pápin er útbúgvin timburmaður, og Jórun, sum er hárfríðkanarkvinna. Bæði børnini búgva í Gerðum.
Nú Andras rundar tey seksti, eigur hann fimm abbabørn. Jógvan og Borghild eiga tvey, og Jórun og Jan eiga trý børn.