? Andras Samuelsen førir hetz móti mær

? Mær tykir, at Andras L. Samuelsen, formaður Føroya Lærarafelags gongur í sera trongum skóm, og at hann blandar partapolitikk saman við starvið sum formaður í Føroya Lærarafelag, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður, í viðmerking til harða kritikkin frá formanni Lærarafelagsins

Eirikur Lindenskov


? Eg kenni tað sum eina hetz, sum Andrass L. Samuelsen førir ímóti mær.

Hetta sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í skúla- og mentamálum í viðmerking til tað, sum formaður Lærarafelagsins førdi fram í oddagrein í Skúlablaðnum (sum var endurgivið í Sosialinum týsdagin) um, at Føroya Lærarafelag hevur mist tolið við Signari á Brúnni.

? Eg haldi tað vera sera løgið, at formaðurin í Lærarafelagnum ongantíð biður meg koma á fund og har tosa um viðurskiftini. Hann fer heldur í fjølmiðlarnar - og brúkar oddagreinina í Skúlablaðnum - imóti mær, sigur Signar á Brúnni - sum undrast stórliga á atburðin hjá lærarafelagsformanninum.

? Tað er fallið mær fyri bróstið - og mongum ørðum við - at Andrass Samuelsen fer við mær á henda hátt. Tað er eisini sera løgið, tá hann sigur, at hesin trupulleiki hevur staðið uppá í fleiri ár, sigur Signar á Brúnni, sum vísir á, at hann bert hevur sitið sum landsstýrismaður í slakar tíggju mánaðir - og eg haldi tað vera sera løgið, at Andrass Samuelsen fer øðrvísi við mær, enn hann fór við fyrrverandi landsstýrismanninum í skúlamálum, sigur Signar á Brúnni.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Eilif Samuelsen, er farbróðir Andras Samuelsen.


Ávaraði um nýggju fólkaskúlalógina

Signar á Brúnni sigur, at hann var ein av teimum, sum ávaraði ímóti, at nýggja fólkaskúlalógin varð skundað ígjøgnum.

? Tíverri fingu vit rætt, sum ávaraðu. Tað bar ikki til at fáa lógina at virka til fulnar eftir so stuttari tíð, sigur Signar á Brúnni.

Hann vísir á, at Føroya Lærarfelag førdi fram yvir fyri Løgtinginum at, at tað fór at kosta 90-100 milliónir at flylla karmarnar í lógini.

? Hetta skiltu vit, sum tá sótu í mentanarnevndini hjá tinginum sum eina ávaring frá lærarafelagnum um ikki at fara undir hetta, tí samfelagið megnaði tað ikki, sigur Signar á Brúnni.

Hann sigur eisini, at mentanarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevði roknað seg fram til, at um borið varð saman við danska kommunu av somu stødd sum okkara samfelag, so fór skúlin í Føroyum at kosta einar 50- 60 milliónir. ? Og tað passar væl saman við hinum, tí vit mugu leggja eitt sindur afturat til okkara oyggjasamfelag.

Signar á Brúnni sigur, at upphæddin á fíggjarlógini til fólkaskúlan er hækkað, og at hann tí ikki skilir formannin í Lærarafelagnum.

Hann vísir eisini á, at allar hesar broytingarnar krevja tíð.

? Formaðurin í Lærarafelagnum kann ikki vera so bláoygdur, at hann heldur, at alt kann gerast eftir einum degi, heldur landsstýrismaðurin.

Signar á Brúnni sigur, at tá fíggjarlógin var til 1. viðrgerð vísti m. a. Javnaðarflokkurin á, at hann fegnaðist um, at játtanin varð hækkað soleiðis, at rúmsháttari gjørdist hjá fólkaskúlanum. Hann heldur, at hetta m. a. er boð um, at andstøðan tekur undir við arbeiðsháttinum hjá landsstýrinum.

? Andrass L. Samuelsen gongur í sera trongum skóm, heldur Signar á Brúnni. ? Mangt er sum bendir á, at hann blandar partapolitikk upp í málið, og tað er ikki gott, heldur hann.