Hann hevur ikki verið aktivur trý tey seinastu árini. Men í ár gjørdi hann av álvara comeback, og í kvøld vann hann heiðurin sum ársins dómari hjá kvinnum.
Talan er um Andras Frederiksberg av Strondum.
Fuglafjarðar kommuna gav heiðurin, og tað var borgarstjórin Dávur Juul, sum handaði steypið.