Íslendski landsliðsleikarin av føroyskari ætt, Andrea Jacobsen fer komandi kappingarár at spæla við ÍBV, sum í skrivandi stund er næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Talan er um ein tvey ára sáttmála
Sambært íslendska hondbóltsmiðlinum, Handkastið spælir unnustin hjá Andreu, Róbert Sigurðarson við mansliðnum hjá ÍBV.
Í ÍBV stórfegnast tey um ein stóran styrk við at fáa Andreu út til Heimey at spæla fyri besta kvinnuliðið har.
27 ára gamla Andrea spælir í løtuni við Blomberg-Lippe í bestu týsku hondbóltsdeildini. Andrea hevur áður spælt við Kristianstad í Svøríki, og hon hevur eisini spælt við donsku liðunum, EH Aalborg og Silkeborg-Voel. Barndómsfelagið hjá henni er Fjölnir í Reykjavík.
Andrea hevur spælt 66 landsdystir, og hevur skotið 116 mál fyri landsliðið.
8. apríl møtast Føroyar og Ísland í EM-undankappingardysti við Tjarnir, og lítið er at ivast í, at Andrea tá verður millum íslendsku leikararnar.











