Kaldir kennast oss nú vindar,
havsins andadráttur við,
syrgið suðar lot um tindar
oman dal til havsins sig.
Stutt er leið frá kúr’ til kæti,
mansins virkna æviskeið,
frá hans lív í mekt og mæti
til hann síðsta stig sítt steig.
----
Vit við tær í vinnu vóru,
har tú vísur okkum vart,
tá vit saman byrðar bóru,
bart tú altíð væl tín part.
Minnast teg for røður góðu,
tú so mangan bar við borð,
har mong mál til viðgerð lógu,
sum væl greiddust við títt orð.
Tú vart millum oss hin knái,
sum tað trupla aldri sá,
hollur altíð oss í ráði,
mangan loysn vár hjá tær lá.
Fryntligur, við kátum merki,
alvarsamur tá tað galt,
trúfastur í orð og verki,
vinur góður yvir alt.
----
Økisferðavinnuráðið,
virðir teg for tað, tú var,
hjartans tøkk frá oss tú fái,
at tú verk várt við oss bar.
Tíni øll Várharra varði,
nú tú fórst um evsta lið,
til eitt bú í hægri garði:
“Góði vinur, hvíl í frið”.
-------------
Vit í økisferðavinnufelagnum í Eysturoy