VÍF liggur væl fyri at tryggja sær eitt pláss í FM-hálvfinalunum aftaná 29-24 (17-15) heimasigur á Kyndli í dag.
Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Tróndur Arge orðið á Andrias Eriksen hjá VÍF.
- Endiliga hildu vit høvdið kalt ímóti Kyndli, sigur ein glaður og lættur Andrias Eriksen. Fyrr í ár hava vestmenningar spælt javnleik 21-21 í Vestmanna, og hava tapt 24-32 í Havn ímóti Kyndli, og tað kom tí sera væl við hjá Andriasi og liðfeløgunum at tað koppaði til ein sigur. Andrias viðgongur tó, at dysturin var væl javnari enn endaligu tølini siga, og tað var ikki fyrrenn bert ein minuttur var eftir. at Andrias kendi seg sigursvísan.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Andrias Eriksen á FM1.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við David Edvardsen hjá Kyndli.
HERber til at hoyra Trónd Arge siga frá framúrskarandi fríkastsmálinum hjá Filip Jojic til 17-15, og at hoyra dystarendan umframt at hoyra Inga Olsen, viðmerkjara taka stutt samanum dystin.