Andrias nýggjur havnarmeistari í Havn

Hann avloysir Jónsvein Lamhauge

Andrias Vang er settur í starv sum havnarmeistari í Tórshavnar havn. Hann avloysir Jónsvein Lamhauge og byrjar í starvinum tann 1. mars 2022.

 

Andrias Vang er 51 ára gamal, fyrst útbúgvin snikkari og síðan skipsførari hjá A.P. Møller. Hann hevur starvast sum offiserur hjá Maersk í 7 ár. Hann starvaðist eisini í 10 ár hjá Maersk Broker Agency, fyrst sum skipsmeklari og síðan sum leiðari.

 

Í 2014 fór hann til Siemens Gamesa, har hann er deildarleiðari og arbeiðir við at seta havvindmyllur upp. Andrias Vang er ættaður úr Kaldbak.

 

(Kelda: Tórshavnar kommuna / Torshavn.fo)