Andrias og liðfelagarnir eru tvey stig frá oddinum

Wisla Plock vann stórsigur á heimavølli

Landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson spældi allan dystin, tá Wisla Plock á heimavølli spældi dyst móti Polonia Warszawa í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Wisla Plock at vinna stórsigur 4-1. Polonia legði seg á odda 1-0 longu í áttanda minutti. Fabian Hiszpanski javnaði tá ein hálvur tími var leiktur.

 

Í seinna hálvleiki skoraði Lukasz Sekulski til 2-1 og til 3-1, og Jorge Jimenez staðfesti sigurin.

 

Wisla Plock er nú næstfremst í deildini við 25 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Termelica.

 

Nú fer Andrias saman við liðfeløgunum á landsliðnum at hugsavna seg um heimadystirnar í Nations League móti Armenia og Lettlandi.