Í tomum og lítið dramatiskari uppgerð á Valloyrini í Sandavági tryggjaði heimaliðið, FSVágar04, sær seinnapartin trý stig. Úrslitið ímóti B36 var 5-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-1.
Johan Ellingsgaard setti beinanvegin hol á fyri B36. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá teimum næstbestu í B36 í ár.
Stóri maðurin hjá FSV04 var pólverski álopsspælarin Andrzej. Hann skoraði undan steðginum tvær ferðir, og í yvirtíðini staðfesti hann trivaliga 5-1 heimasigurin. Hini bæði FSV04 málini skoraðu Karl Jóhan Djurhuus og Jógvan Holm.
Eftir fimm umfør hevur FSV04 10 stig. B36 er framvegis stigaleyst.