Hevði fólkatingsval verið í Danmark í dag, hevði andstøðan vunnið ein rættiliga greiðan sigur. Eftir einari meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2, høvdu 53,2 prosent atkvøtt fyri andstøðuflokkunum, og 46,8 prosent høvdu sett krossin við ein borgarligan flokk.
Kanningin vísir, at Sosialdemokratarnir, SF og Tey Radikalu høvdu fingið framgongd, um val var nú.
Hjá teimum borgarligu hevði Danski Framburðsflokkurin fingið munandi afturgongd, og Liberal Alliance hevði eisini mist. Vinstri hevði staðið í stað, og fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir høvdu Tey Konservativu fingið eina lítla framgongd.