Andstøðan finnist harðliga at yvirtøkum

Minnilutin í uttanlandsnevndini heldur, at yvirtøkur nú verða gjørdar í panikki og at landsstýrið als ikki veit, hvat yvirtøkulógin hevur við sær

 

Andstøðan í løgtinginum finnist harðliga at yvirtøkulógini og allari sjálvstýrispoltikkinum hjá landsstýrinum. Í álitnum, sum uttanlandsnevndin hevur gjørt til yvirtøkulógina, hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kontantar viðmerkingar til landsstýrið.

? Her er talan um eitt illa fyrireikað lógaruppskot, sum er gjørt í panikki, og sum landsstýrið ætlar at skunda ígjøgnum. Eingin kennir avleiðingarnar, og ógreitt er, um ætlanin heldur juridiskt, siga Heðin Mortensen og Edmund Joensen, sum umboða Sambandsflokkin í uttanlandsnevndini.

? Vit mæla landsstýrinum til í stundini at sleppa endurskoðaðu loysingarætlanini, sum hevur til endamáls at lirka skaðiligar politiskar avgerðir ígjøgnum uttan fólksin vilja, siga teir.


Vita ikki

Eisini umboðið hjá Javnaðarflokkinum. Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um uppskotið og politikkin hjá landsstýrinum.

? Tá ymisku landsstýrismenninir verða spurdir, hvørji málsøki eru við í hesari góðu yvirtøkulóg, svarar ein í eyst og annar í vest, tí teir vita snøgt sagt ikki sjálvir, sigur Jóannes Eidesgaard og vísir á fleiri dømi, har landsstýrismenn ikki hava kunna svara fullgott um yvirtøkurnar.

? Vit kunnu als ikki taka undir við, at okkara vælferðarskipan í reinari desperatión hjá einum landsstýri og samgongu verður fyri slíkum bakkøstum. Her er talan um eitt landsstýrið og eina samgongu, sum í tólvta tíma leitar sær eftir onkrum at fara út til eitt løgtingsval við, sigur Jóannes Eidesgaard.

Tí heldur hann, at tað er meira enn góð orsøk til at mæla løgtinginum frá at samtykkja málið.


Eingin undirtøka

Bæði umboðini hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum vísa á, at landsstýrið hevur einki megna av teimum málum, sum tað setti sær fyri.

Jóannes Eidesgaard heldur, at Fólkaflokkurin ongantíð hevur viljað meira, og tí er hesin flokkur stóri sigursharrin.

? Samgongan eigur at viðurkenna tann óreingiliga veruleika, at Føroya fólk tekur ikki undir við fullveldisætlanini, og út frá hesum eigur politiska kósin at verða sett, halda Edmund Joensen og Heðin Mortensen.

Teir mæla til, at nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum verður tikið úr skuffuni og brúkt sum grundarlag undir eini nýggjari ríkisskipan.

? Tað, sum landsstýrið ikki megnaði vegna tørvandi dirvi, ger tað nú gjøgnum bakdyrnar, og tað er ímóti allari demokratiskar uppfatan, at landsstýrið ikki letur fólkið siga sína hugsan, heldur Jóannes Eidesgaard.