Andstøðan í Kenya avlýsir mótmæli

Andstøðan í Kenya hevur avlýst eitt tiltak, sum ætlandi skuldi savna eina millión fólk í dag til at mótmæla valinum seinasta hósdag Tiltakið skuldi vera í høvuðsstaðnum Nairobi, og andstøðan hevði væntað, at minst ein millión fólk fóru at luttaka.

Men talsmenn hjá andstøðuni boðaðu fyrrapartin frá, at tiltakið er avlýst fyri at forða fyri samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna.

Andstøðan í Kenya heldur uppá, at hon vann valið í síðstu viku, men myndugleikarnir siga, at Kibaki, forseti, varð afturvaldur.

Sambært myndugleikunum hevur ófriðurin kravt minst 328 mannalív.