info
Ongi úrslit

Allir kúluonglarnir í Leynum vórðu eisini stolnir

- Her komu fjallfólk av tilvild fram á grindareiðskapin, sum eftir var á bakkanum og ikki var farin í havið, siga tey í Kvívíkar kommunu

Vilmund Jacobsen
15. august 2025 kl. 12:21

Tað er ikki bara í Bø, at grindareiðskapur er horvin, nú tað í vikuni gjørdist greitt, at bíggjarfólk hava mist 11 mønustigarar og tveir kúluonglar, sum lógu í einari smiðju í bygdini. 

Hetta er eisini hent í Leynum - ikki fyri serliga langari tíð síðan, og her komu fjallfólk av tilvild fram á grindareiðskapin, sum eftir var á bakkanum.

Søgan er hendan, og hon er sonn. Tað hava vit í morgun fingið váttað í Kvívíkar kommunu.

Tá fólk í vár vóru á fjalli í Kvívík, komu menn av tilvild fram á nakrar kúluonglar við Kvívíksklivar, sum er á leiðini, har vegurin gongur av landsvegnum og oman til Kvívíkar.

- Her sóu menn nakrar kúluonglar við togum og øllum uppi í sær. Onglarnir vórðu tveitt omanav bakkanum við klivjarnar, men allir vóru ikki farnir í havið.

Í Kvívíkar kommunu vistu tey tá ikki av, at onglarnir vóru horvnir, tí eingin grind hevur lagt beinini í Leynum í hesum tíðarskeiði, tá kúluonglarnir vóru burtur.

- Tá so grind aftur legði beinini á Leynasandi tíðliga í summar, vóru flestu onglarnar tíbetur komnir afturíaftur, siga tey í kommununi.

Í Leynum hava kúluonglarnir við togum verið goymdir í einum neysti, meðan mønustingararnir eru goymdir í smiðjuni hjá Kvivíkar kommunu.

- Í neystinum høvdu vit 30 kúluonglar, og tað vísti seg, at allir vóru horvnir. Men, hetta vistu vit ikki, fyrr enn vit hendan várdagin vóru á fjalli og góvu seyðinum heilivág.

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at av teimum 30 kúluonglunum, vórðu tilsamans 22 funnir aftur í bakkanum. Hinir allir vóru farnir í havið.

- Vit høvdu fjallaklintrarar at hjálpa okkum í bakkanum við teimum onglunum, sum vóru ringastir at fáa fatur í, verður lagt aftrat.

Í Bø vóru togini skorin av kúluonglunum, men allir 30 onglarnir, sum vóru tiknir í Leynum, høvdu togið uppi í sær.

- Togini eru bæði tjúkk og helst einar 20-30 metrar long, so hetta hevur verið ein rættiliga stór vekt at borið í bilin í Leynum og stoytt oman við Klivjarnar.

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at neystið, har kúluonglarnir vóru goymdir, stóð ikki stongt. Hetta er eitt privat neyst. Nú hevur neystið so fingið nýggjar hurðar, og lás er hongt á.

Ætlanin hjá teimum, sum goyma grindareiðskapin í Kvivíkar kommunu, hevur verið at sent kavarar niður við Klivjarnar, tí vónir eru um, at onkrir av kúluonglunum, sum eru farnir í havið, kanska kunnu finnast aftur við botnin.

- Vit kundu akkurát tað sama havt mist allar onglarnar, og tað var av berari tilvild, at vit komu fram á teir henda várdagin á fjalli.

Í Kvívíkar kommunu vísa tey á, at tað hevði verið ein ring støða at komið í, um grind hevði lagt beinini í Leynum, og tey tástani høvdu funnið út av, at onglarnir vóru burtur.

- Men, eingin grind legði beinini her, meðan reiðskapurin var horvin, og tá grind aftur legði beinini í Leynum tíðliga í summar, høvdu vit fingið 22 av kúluonglunum aftur.

At enda verður sagt, at tjóvaríð, sum hendi í Leynum, ongantíð er meldað til løgregluna.

- Vit vita ikki, hvør stendur aftanfyri tjóvaríið, so vit kunnu bara gita, siga tey í Kvívíkar kommunu.

Lesið eisini:

Tjóvaríið í Bø er meldað til løgreglunahttps://www.in.fo/news-detail/tjovari-i-boe-malid-er-meldad-til-loegregluna

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

22 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

4 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

23 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

7 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

26 minuttir síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

56 minuttir síðan
Tíðindi

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

1 tími síðan
Tíðindi

Dalstunnilin kostaði 180 mió – leistur brúkast í Tjørnuvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

3 tímar síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

3 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

3 tímar síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

5 tímar síðan