Andstøðan leggur til brots frá fyrsta bríksli

Beinanvegin nýggja Løgtingið fer til arbeiðis í morgin, er andstøðan til reiðar við fleiri uppskotum og fyrispurningum

Nú nývalda Løgtingið fer til arbeiðis av álvara í dag, er tað longu greitt, at andstøðan ætlar ikki at liggja á tí latu síðuni.

Løgtingsfundur verður í morgin og andstøðan er longu klár við fleiri uppskotum at leggja fyri tingið og tey eru eisini klár við fleiri fyrispurningum til tey nývaldu landsstýrisfólkini um ymisk viðurskifti.

Eitt eymt mál í langa tíð, hevur verið spurningurin um dagpening fyri at verða heima hjá sjúkum barni frá fyrsta sjúkradegi.

Nú leggur andstøðan í felag uppskot fyri Løgtingið um hetta. Talan er um eitt uppskot, sum undanfarna samgonga eisini legði fram, men sum fall burtur, tá ið valið varð útskrivað.

Andstøðan sigur, at skipanin, sum undanfarna samgonga ætlaði at seta í verk, var alt ov dýr í umsiting og tí mælir hon til, at talan verður um eina skipan, sum arbeiðsgevararnir sjálvir umsita.

Skipanin skal eisini verða galdandi fyri tímalønt.


Sjúklingar betri rættindi

Men harafturat ætlar Sjálvstýrisflokkurin at økja um rættindini hjá sjúklingum, ið fara uttanlands í viðgerð, at fáa fylgjara við sær.

Eftir lógini, sum nú er í gildi, eru tað bara foreldur ella hjúnafelagi hjá sjúklingunum, sum fáa dagpening, tá ið tey fara við honum til viðgerðar uttanlands.

Tí eru sjúklingar, ið hvørki eiga foreldur ella hjúnafelaga, fyri vanbýti, tí tey fáa ikki rætt at fáa fylgja við sær, hóast tey eru álvarsliga sjúk og tað vil Sjálvstýrisflokkurin hava broytt.


Privatir varðveita tunnilin

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, fara eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta 650.000 krónur til ráðgeving, so at vinnumálaráðið kann fara í samráðingar við privata felagið, sum hevur gjørt ætlanina um Skálafjarðartunnilin fyri at fáa semju við felagið um at gera tunnilin.

Afturat hesum trimum málunum, ætlar andstøðan eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at longja flogvøllin í Vágum meiri enn upp í teir 1600 metrarnar, sum talan higartil hevur verið um og sum tað sæst í aðrari grein her í blaðnum fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja uppskot fyri Løgtingið um at víðka javnstøðuhugtakið til at umfata allan mismun yvirhøvur.

Fólkaflokkurin fer eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um at byggja eftirskúlan í Hvalba beinanvegin.

Umframt hesi uppskotini, er eisini ætlanin at spyrja nývaldu landsstýrisfólkini um ymisk viðurskifti. Vit hava longu greitt frá í Sosialinum, at Kári P. Højgaard, ætlar at spyrja Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í lógarmálum, um viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum.

Men hann ætlar eisini at spyrja Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um deildirnar hjá Tolli og skatti í Eysturoy ella Norðoyggjum.

Í hesum sambandi vil hann hava at vita um hann fer at halda fast um ætlanina at deildin í Norðoyggjum og deildin í Saltangará, skulu latast aftur, so at ein nýggj deild kann latast upp í Gøtudali.

Somuleiðis vil hann eisini hava greiði á, um nakað er í seiglívaðum leysasøgum um, at deildin hjá Toll og Skatt í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar.