Andstøðan setir treytir fyri at atkvøða fyri skattalætta

Samgongan hevur skert møguleikarnar at veita skattalætta, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin

Skattalætti

? Skulu javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin atkvøða fyri uppskotinum frá fólkaflokkinum um skattalætta, skal fólkaflokkurin afturfyri atkvøða ímóti uppskotinum at lækka blokkin.
Tað eru treytirnar, sum javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin seta fyri at taka undir við skattalættanum hjá fólkaflokkinum.
Í gjáramorgunin viðgjørdu javnaðarflokkurin og samabndsflokkurin uppskotið hjá fólkaflokkinum um at veita skattalætta og tað er greitt, at tað verður ikki treytaleyst, at flokkarnir fara at taka undir við tí.
Fólkaflokkurin hevur annars sæð ein møguleika fyri at fáa uppskotið samtykt, tí tað líkist rættiliga nógv uppskotinum, sum javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin løgdu fram í november í 2000.
Men javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin halda ikki, at málið er so einfalt.
? Tá ið vit løgdu uppskot fram um at lækka skattin í 2000, var tað út frá teirri sannroynd, at tá hevði landskassin havt stór avlop í fleiri ár og tá hildu javnaðar- og samabndsflokkurin ikki, at lág- og miðalinntøkurnar og húski við børnum, høvdu fingið sín part av búskaparliga vøkstrinum, siga teir báðir stóru andstøðuflokkarnir í felags tíðindaskrivi á miðdegi í gjár.

Høvdu ein gyltan møguleika
Javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin siga, at tá ið uppskotið varð lagt fram í november í 2000, arbeiddi Løgtingið við við at leggja fíggjarlógina fyri 2001, har ið roknað var við 993 milliónum í blokkstuðuli í Danmark og at fíggjarlógin fór at geva eitt avlop upp á 347 milliónir.
? Tá høvdu vit ein góðan møguleika at geva skattalætta, men tá segði samgongan nei, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin.
Flkkarnir vísa á, at síðani hevur samgongan lækkað blokkstuðulin 366 milliónir, umframt at útreiðslurnar á fíggjarlógini eru munandi øktar.
? Avleiðingin av tí er, at fíggjarlógin fyri 2002 fer at geva hall, og tað enntá áðrenn játtanin til, m.a. pensjónistar, er samtykt.
Javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin sigur, at tá ið fólkaflokkurin nú í sjálvdrátti leggur uppskot fram um skattalætta, hálvan annan mánað fyri løgtingsvalið, er tað ikki annað enn ein roynd at fjala útyvir mistøkini, sum fullveldissamgongan, við fólkaflokkinum á odda, hevur framt í hesum valskeiði.
?Ì 2000 høvdu vit ein góðan møguleika at lata skattalætta, men nú eru fortreytirnar ikki tær somu. Tað kunnu føroyingar takka fullveldissamgonguni fyri, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin.
?Men verður uppskotið broytt, er ein lítil møguleiki fyri at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin kunnu taka undir við tí.
? Men treytin er, at so skal fólkaflokkurin atkvøða ímóti uppskotinum at lækka blokkstuðulin 366 milliónir, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin.