Anfinn & Co. á Summar Festivalin

Anfinn Nielsen syngur fangandi og festligar sangir um húkin, gubban og Sirkus Tinganes

Anfinn & Co. verða við á Summar Festivalinum í ár.

 

Anfinn Nielsen, klaksvíkingur búsitandi í Nólsoy, hevur síðani áttati árini latið føroyingum fangandi og undirhaldandi sangir.

 

Nógvir av sangunum hava verið sonn plettskot bæði við orðum og løgum – hugsa bara um sangirnar »Í skúri«, »Sirkus Tinganes«, »Gubbi og eg«, »Lítli Fuglur«, »Summar«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Ein glavir havnamavir«. 

 

Anfinn & Co. spæla sjáldan á konsert, men teir koma við sterkastu manning á Summar Festivalin at framføra allar teir góður – og stundum prikandi – sangirnar.

 

Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og kenna vit Anfinn og hansara fólk rætt, verður tað ein bæði festlig og lívlig konsert.