Anfinn dugir betri enn aðrir

SøluRásin á Skála er ein av teimum heilt fáu sølustevnunum, sum hevur yvirlivað øll hesi ári.

Næsta vikuskiftið verður árliga sølustevnan SøluRásin fyri sekstandu ferð hildin í Ítróttarhøllini á Skála. Dagarnir eru leygardagurin og sunnudagurin 9. og 10. november.

 

SøluRásin er ein av teimum heilt fáu sølustevnunum, sum hevur yvirlivað øll hesi ári. Í sínari tíð vóru nógvar slíkar stevnur kring landið, men í dag eru bert tær fæstu eftir.

 

Samskipari og primusmotorur gjøgnum mong ár, Anfinn Gærdum, ásannar, at neyðugt hevur verið at brúkt nógva orku fyri at selja allar teir umleið 450 fermetrarnar av gólvplássi, sum Ítróttarhøllin á Skála er karmur um.

 

- Stagnatiónin í okkara búskapi seinnu árini er helst ein orsøkin til, at tað er trupult at fylla allar fermetrarnar í høllini. Vit leggja stóran dent á at gera framsýningina og tiltakið annars so vitjunarvinarligt sum gjørligt, soleiðis at øll, sum við eru, kunnu fáa nakað burturúr.

 

Feløgini, sum standa aftan fyri sølustevnuna á Skála, eru tey fýra feløgini á vestara armi á Skálafjørðinum, Strálan, StÍf, Skála Ítróttarfelag og Skála Kappróðrarfelag.

 

Tað er eingin loyna, at drívmegin og ímyndin aftan fyri SøluRásina á Skála er Anfinn Gærdum, sum eisini hevur verið formaður í Stráluni øll árini, síðan felagið varð stovnað í 1989.

 

Í limatali er Strálan eitt stórt felag við út við 400 limum, harav tey flestu tó eru passivir limir. Í dag hevur felagið bara kappróður og eigur tríggjar kappróðarbátar, Stráluna, Stjørnuna, sum er gamla Strálan og Strípuna.

 

Áður hevði felagið eisini dart og badminton, og Strálan átti enntá føroyameistaran í bestu kvinnudeildini, Ingun Hansen, tá virksemið var upp á tað mesta.

 

SøluRásin er ein av teimum fáu sølustevunum, sum enn eru eftir. Flestu aðrar eru givnar á hendur.

 

Anfinn Gærdum er annars væl nøgdur við, at flestu fermetrarnir í Ítróttarhøllini á Skála eru seldir.

 

- Vit hava einar 29-30 framsýnarar, og tí kunnu vit siga, at hetta rættiliga er farið at líkjast. Um so er, at onkur hevur hug at koma við aftrat, og avgerðin verður tikin beinanvegin, eru nakrir fermetrar eftir, sum vit kunnu selja.