Danmark hevði ein risamøguleika at spæla seg í HM-hálvfinaluna í dag. Men donsku hondbóltskvinnurnar tóku ikki av møguleikanum. Rættiliga óvæntað tapti Danmark 23-28 ímóti Angola, sum óivað vann sín minniligista sigur í angolsku hondbóltssøguni. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 14-14.
Nú valdar óvissa, um Danmark fer at megna at spæla seg í HM-hálvfinaluna, sum verður í Nanjing fríggjadagin.
Skal Danmark vinna seg í hálvfinaluna, so mugu donsku kvinnurnar vinna á russisku heimsmeistarunum. Tapir Danmark ímóti Russlandi, so má Eysturríki vinna á Fraklandi, um danski hálvfinalu-dreymurin skal gerast veruleiki.
Danska liðið hevði stórar trupuleikar við tí offensiva angolska verjuspælinum, og í byrjanini av seinna hálvleiki vóru donsku kvinnurnar útspældar, tá Angola fór frá 14-14 og upp til eina 19-14 leiðslu. Danmark hálaði seg upp á 20-22, men so dragnaði aftur, og angolska sensasjónin var ein veruleiki.
Tað var bert Trine Truelsen, sum kundi verða nøgd við sítt avrik á danska liðnum. Hon skeyt níggju mál í dystinum.