Anker Mortensen í gamla Seglhúsi

Í gjár lat upp forvitnislig listaframsýning við Anker Mortensen í gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Til høvið sang og spældi Steintór nøkur løg, meðan Oggi Lamhauge helt røðu, har hann hugleiddi um listina hjá Anker Mortensen.

 

Røðan verður endurgivin niðanfyri:

 

Veturin er um at sleppa takinum, várið er komið og summarið er í durunum. Blómurnar spretta og fittu smálombini jarma, fuglarnir láta og smáu pisurnar eru komnar úr eggunum. Sama kann sigast um ungu næmingarnar, ið fáa sítt miðnámsskúlaprógv og eru klaktir sum pisir. Ein heilt serlig árstíð og Norðoyastevnan, fyrsta stevna ársins, ber boð um eina heilt nýggja byrjan, ársins summar.

 

Alt fer, alt kemur aftir; ævigt melur lívsins hjól. Alt doyr, alt blómar av nýggjum; ævigt renna lívsins ár. Alt fer sundur, alt fer saman av nýggjum; ævigt byggist saman lívsins hús. Alt skilst, alt møtist aftur; ævigt sýnir lívsins ringrás sær sjálvum trúfesti.

(Nietzsche: Also sprach Zarathustra)

 

Tílíkar dagar er høgligt at hugsa um tíðina, ið kemur og fer, hugsa um tíð og rúm.

 

- Er “rúm” óendaligt og endaligt?

- Er “tíð” ævig ella hevur hon eina byrjan og ein enda?

 

Hóast tað liggur til okkum menniskju at hugsa um slíkar spurningar, eru teir ógjørligir fyri okkum at fata til fulnar. Nøkur trúarsamfeløg hava eina fatan av eini skapan ella konstruktión í uppruna tíðarinnar (ella morgun) og eina dekonstruktion, eina fullføring í “tíðarinnar enda”.

 

Tíð og rúm

Tíðin er áhaldandi -  alla tíðina er eygablikkið, í nútíðini – fortíð og etur seg støðugt inn í framtíðina. Finnist eygablikkið, ella er tað bara nakað sum nevnist fyrr og eftir – ella eisini øvugt? Endabresturin fyri tað einstaka menniskja í mun til tíðina er deyðin, so tað er ikki undranarvert at menniskja hugsar um, at steðga tíðini og leggja eygablikkið inn undir tað æviga frælsið handan tíðina, í einum veruleika hinumegin hendan heim.

 

Tað buddhiskiska hugtakið “nirvana” er eitt parakoks. Tað er uttanfyri tíð og rúm, kann ikki sigast frá, er alt og einki, tómleiki og heild.

 

Eitt hugtak, sum kann minna um “nirvana” er “tíðarinnar fylla”, ið Paulus tosar um í Galatarabrævinum 4. 4, har Guðs Sonur er borðin í holdi. Í báðum hugtøkum liggur ein fatan av heiminum, ið er tengdur saman í eini frelsisæltan, sum endar í Guðs ríki. Jesus Kristus er um somu tíð himmalskur og jarðiskur og hendan fatanin er somuleiðis eitt paradoks. Tað sanna eygablikkið, við Søren Kirkegaards málisku “Guður í tíðini”.

 

Tá ævinleikin kann rúmast í tíðini, verða tíðarinnar avmarkingar sprongdar.

 

Anker Mortensen

Tá Sínum ringdi og bað meg siga nøkur orð um listamannin Anker Mortensen, segði eg við hann, at listaverkini vóru um somu tíð poetisk gerandislig og samstundis merkt av tí “hinsides” – altso tað hinumegin hendan heim. 

 

Vindurin blæsur, hagar hann vil

“Vindurin blæsur, hagar hann vil” er ein røð av løttum og poetiskum myndum, har tann ósjónligi vindurin er hugsanarligi íblásturin til teir sjónligu málningarnar. Málningarair eru bygdir upp av óteljandi løgum av máling, summi løg eru tjúkk, meðan summi eru tunn. Pensilsstrokini eru løtt og livandi og vevja seg inn í hvørt annað og blandast sanasaliga á løriftinum. Summi litløg eru meira tjúkkmálað og onnur eru heilt tunn. Nuansurnar í løgunum leggja seg næstan gjøgnumskygd og eru við at lyfta málningin, eitt sindur sum við løttu pensilstrokunum á vatnlitsmyndum, hóast talan eru um olju á lørift í hesum føri.

 

Hóast vit sum áskoðarar kunnu kennast við ymiskar lutir, skap, tekn og symbol í myndunum, er myndamálið kortini grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa tann innara, andaliga veruleikan við íblásti frá sansaligum upplivingum í náttúru, við náttúrunnar elementum sum vindi sól og fuglasangi. Rúmdin ella myndbotnurin kann hava ymiskar litir, hvítt, blátt, grátt og í øðrum myndum ljósareytt og svart.

 

Vindurin blæsir hagar hann vil vísir til tað ósjónliga og tað innara. Heiti sipar til tað andaliga, sum vit kennað frá Jóhs. 3, 8 og í hesum vísir vindurin til anda Guðs. Guðs skapanaranda, sum í fyrndini varð virksamur, tá andi Guðs lá á vøtnunum og samstundis til andadrátt og Hin Heilaga Andan, sum tann fær í lut, ið er føddur av nýggjum.

 

Tað varandi blæsir

hvar sum tað vil

- í formi, tíð, rúmi í broytist

og hvørvur sum illusión

- eins og tað varandi í list

ikki knýtir seg til form

 

(brot úr yrkingini “Sólarinnar Dúgvur”, eftir Anker Mortensen)

 

Vitanarleysa skýggið

Í málninginum hjá Anker, “Vitanarleysa skýggið” lýsir listamaðurin ein frið, har órógvandi tankar ikki eru og friðsælan hjálpir okkum frá okkara vitan í møti við tað ókenda.

 

Málningurin frá 2001 er lítil, einans 23 x 18 cm, hevur gráan myndbotn við varligum frábrygdum í liti móti tí grøna og bláa í miðgrundini og tvey skýggj, tað ovara er blágrønt og tað niðara er myrkt korkalitt. Myndin er symetrisk og samstundis organisk og ein sterk sambindandi kensla er millum skýggini. Skýggið hevur kanska eitt skýggj sum ein skugga.

 

Eg veit ikki um listamaðurin hevur hugsað um navnframa franska matematikaran og fysikarin Blaise Pascal (1623 – 1662). Matimatikarar kenna hann aftur frá sansýnligheitsrokningini, programørar frá programmálinum, Pascal - og vit onnur frá veðurtíðindunum, tá ið talan er um mátieindina hektopascal.

 

Pascal líknaði menniskja við eitt sev, tað veikasta í náttúrunni, men eitt vitandi sev. – Hjarta kennir grundir vitið ikki grunar, segði Pascal. Hann hevur ikki fult álit á vitinum og hevur við hesum eina aðra uppfatan enn hinir teoretikarnir. – Hann helt, at tað eru nakrir lutir, menniskju ikki kunnu nema við vitið og skilið, men har trúgvin má standa einsamøll.

 

Sólarinnar Dúgvur

Fyrstu føroyskar myndir í vanligari merking eru fimm pappírsørk við myndum av fuglum, einari hønu og einum hana, men annars við føroyskum villfugli sum lundum, tjøldrum, lomvigum, ritum, skúgvum og hvítravni. Tøknin er gouache, vatnlitir við hvítum litevni, sum ger litirnar kámar og dekkandi. Tað er húskallurin Díðrik á Skarvanesi (1802 – 65) úr Stóru Dímun, sum hevur málað hesar í umleið 1830’inum. Í myndunum standa fuglarnir á rað við vanganum til. Heitið á tí einu myndini er Maanes Duuer og er talan um eitt veruligt dúgvuslag, men í barnasinni gevur heitið eina tilsiping til fantasidúgvur í rúmdini.

 

Tað er júst hendan óítøkjuliga og ævintýrkenda dimensjónin, sum er orsøkin til, at Anker Mortensen í eini langari røð av verkum frá 1998- og fram hevur valt, at fantasera yvir Mánadúgvurnar.

 

Eg eigi eitt evarska lítið prent við talmerkingini 1/5, heitinum Maanens Duuer og undirskriftini Akker 2010 (haldi eg, tí stavirnir eru pinkulítlir). Talan er um eitt træskurða prent við gulari prentfarvu í prentgrudini og einum skurði av einum veingjabroti, prenta við reyðari prentfarvu. Prentið er innrammað við einum reyðum bredda niðanfyri- og omanfyri veingjabrotið. Eitt sindur av skurði er somuleiðis sjónligur við báðar síðurnar í myndini, og við síðuna av veingjabrotinum. Hetta verkið hongur á vegginum á kontórinum, aftanfyri telduna og er mær ógvuliga kart.

 

Mánans Dúgvur hava sín

veruliga identitet í

Sólarinnar Dúgvum

og kunnu ikki lýsa í sjálv sær

 

(brot úr yrkingini “Sólarinnar Dúgvur”, eftir Anker Mortensen)

 

Ikonir

Anker er ein ótroyttiligur granskari av óteljandi møguleikum í myndlistini. Hann hevur arbeitt við akvarel, pastel, tekning og við ymiskari grafiskari tøkni í ymiskum støddum, og hevur gjørt gipsrelieffir í sjálvgjørdum rammum úr rekaviði, eins og hann hevur arbeitt við glasmálningum í stórari stødd. Hansara smáu sterku málningar hava heilt víst fingið íblástur frá ikonmálarunum í munkakoloniini á Athos fjallinum í Grikkalandi.

 

Tað er sostatt ein ógvuliga fjølbroyttur listamaður við ógvuliga høgum morali, vit hava framman fyri okkum. Tann trygga skipanin av myndaflatanum, samljóðið í litunum, tann livandi rytman, ljósið í myndini, stutt sagt tey abstraktu málandi virðini gera Anker til tann fína poetiska málaran og grafikaran, hann er.  – sigur Jørgen Trap- Jensen í bókini um listamannin, ið Listasavn Føroya gav út í samband við stóra framsýning hansara í Listaskálanum í 2016.

 

Hyggið sjálv og lurtið væl!

 

Eg kundi væl sagt meira, millum annað um ikonmyndirnar og stórverkið -

parafrasan yvir “Tann heilaga trýeinigheitin”, onkuntíð nevnd ikonarinnar ikon, eftir russiska ikonskrivaran Andrei Rubley.

 

 

Hjartaliga tillukku við framsýningini Anker Mortensen.

 

Oggi Lamhauge