Anna fekk ikki títt sms

Danska blaðið BT skrivar í dag, at tað als ikki er víst, at allar sms-atkvøðurnar til X Factor-kappingina í gjárkvøldið komu vegin fram, og tí er tað ógvuliga sannlíkt, at Anna og Jesper ikki fingu fægst atkvøður.

 

BT hevur tosað við fleiri núverandi og fyrrverandi starvsfólk á fyritøkuni Unwire, sum tekur sær av øllum sms-atkvøðunum hjá DR. Sambært teimum eru tað einans millum 10 og 15 prosent av sms-atkvøðunum, sum verða sendar, ið verða taldar við í atkvøðugreiðsluni.

 

Orsøkin er tann, at tað eru milliónir av fólkum, sum senda sms-boð samstundis, og tað er meira enn donsku telefonfeløgini klára. Tað sama ger seg galdandi nýggjársaftan, tá øll senda heilsanir á midnátt.

Nógvu sms-boðini tyngja kervið so mikið, at nógvar av atkvøðunum ikki koma fram til tíðina og tískil ikki verða skrásettar.

 

BT hevur tosað við viðurkenda teleanalytikaran Torben Rune. Sambært honum hava vit onga vissu fyri, at tað eru tey røttu fólkini, sum koma víðari í X Factor-kappingini, tá allar atkvøðurnar ikki verða taldar við.

 

Jan Lagerman Lundme, sum er stjóri fyri undirhaldssendingunum á DR, viðgongur eisini, at allar sms-atkvøðurnar ikki koma vegin fram og verða skrásettar. Men hann sigur tó, at talan bara er um ein heilt lítlan brotpart av samlaða atkvøðutalinum.

Hetta er ikki í tráð við tað, keldurnar hjá BT føra fram og illgrunin um, at veruleikin ikki er soleiðis, sum DR vil vera við, verður bara størri av, at DR ikki vil kunngera, hvussu nógv greiddu atkvøðu fríggjakvøldið og hvussu bítið av atkvøðunum var.

 

Í kvøld kemur Anna Nygaard til Føroya. Hon verður gestur á Hvonn, haðani Rás2 sendur sendingina Hvonn Live frá klokkan 21.