Í dag klokkan 16.30 verður ókeypis konsert í TUTL-handlinum á Káta Horninum í Havn, har Anna Katrina Petersen fer at framføra. Hon er sangarinna og tónasmíður.
Anna Katrina, sum til dagligt undirvísir í sangi í Keypmannahavn, er í Føroyum í hesum døgum. Hon er ein av tónleikaleiðarunum í sangleikinum Jesus Christ Superstar.
Tað var í fjør, at Anna Katrina gav sína fyrstu solo fløgu, Colourless Day, út á TUTL.
Fyrr í ár var hon við á fløguni hjá Vokalensemblet Glas, sum fyrr í hesum mánaðinum varð nominerað á Danish Music Awards 2010 í kategoriuni ?Ársins Danska World útgáva?, sum tað verður rópt.
Klokkan 16.30 í dag verður so høvi at hoyra Onnu Katrinu Petersen í TUTL-handlinum á Káta Horninum - ókeypis.