Ov nógv ferð var orsøkin til ta álvarssomu tokvanlukkuna í Kina Tað siga teir kinesisku myndugleikarnir eftir at hava kannað viðurskiftini, tá tvey tok stoyttu saman í býnum Zibo. Vanlukkan kravdi 70 mannalív, og 416 fólk fingu skaða.
Myndugleikarnir siga, at mest loyvda ferð á teininum í Zibo er 80 kilometrar um tíman, men at annað tokið koyrdi meiri enn 130 kilometrar um tíman.
Vanlukkan er tann ringasta av sínum slagi í Kina tey seinastu 10 árini. Í 1997 kravdi ein tokvanlukka 126 mannalív.