Anna á Torkilsheyggi fór fyri góðari viku síðani saman við manninum, Símuni Pætur á Torkilsheyggi, til Keypmannahavnar, har tey í hvussu so er næsta árið skulu vera partur av starvsfólkaliðnum í Kristnastovu, har tey eisini skulu búgva. Eingin, sum kennir tey bæði, ivast í, at tey eru stak væl egnaði til sovorðið arbeiði.
Anna er ættað úr Runavík. Foreldrini eru Liss, sum er ættað úr Túni á Toftum, og Rósing, sum er úr Toft í Søldarfirði. Anna er elst av seks systkjum. Tey eru umframt føðingardagsbarnið Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny.
Fyrstu árini eftir at hon var farin úr skúlanum, arbeiddi Anna hjá pápanum, sum seldi bilar, og hon var eisini eitt skifti í Danmark. Síðani hon í 1977 giftist, hevur lívið hjá Onnu í stóran mun verið lagað av, at maðurin hevur verið í fulltíðaryrki sum trúboðari, og hon hevur staðið saman við honum í verkinum. Fyrstu árini búðu tey í Vatnsoyrum, har tey høvdu ábyrgd í Zarepta, og í tveimum skiftum hava tey áður verið í Keypmannahavn og arbeitt í Kristnastovu.
Eftir at tann yngsti sonurin var vorðin eitt sindur stórur, fór Anna undir at nema sær útbúgving. Hon tók nakrar lærugreinar í HF, og so fór hon at læra til pedagog í Havnini. Síðani hon var liðug, hevur hon eitt nú arbeitt á Barnaheiminum, har tey hetta seinasta árið hava gjørt nógv fyri at betra um møguleikarnar at hjálpa familjum, sum av einari ella aðrari orsøk hava tørv á tí. Hennara stóri áhugi hevur verið tey veiku í samfelagnum, og hvussu tey kunnu hjálpast. Tí er tað kanska ikki so undarligt, at hon hesi seinastu árini hevur verið formaður í barnaverndini í Nes kommunu.
Anna og Símun Pætur eiga tríggjar dreingir. Rói er giftur við Arnvør, og tey búgva í barnaheiminum hjá honum á Torkilsheyggi á Nesi, nú foreldrini hjá honum eru flutt til Danmarkar. Eisini yngsti sonurin hjá Onnu og Símuni Pætur, Levi, býr har. Miðlingasonurin, Kári, býr í løtuni í Danmark. Kona hansara eitur Hervør.