Í gjár, sunnudagin 24. november, vóru tað seksti ár síðani, at Anna á Torkilsheyggi á Nesi varð borin í heim. Føðingardagin vóru hon og maðurin langt av landi skotin.
Anna er ættað úr Runavík. Foreldrini eru Liss og Rósing Rasmussen, og Anna er elst av seks systkjum. Hini eru Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny. Tey búgva øll í heimabeitinum uttan Beinta, sum býr í høvuðsstaðnum.
Tað var nógv ferðsla í og kring heimið á Mýrunum ella dygst omanfyri fótbóltsvøllin, sum fyri fjøruti árum síðani ella væl eftir, at Liss og Rósing høvdu sett seg niður har, varð bygdur við Løkin. Mamman og pápin eru fyrimyndarliga fryntlig og blíð fólk, og hetta hevur Anna arvað frá foreldrunum.
Eftir skúlagongdina á Glyvrum arbeiddi hon í skiftum í felagnum hjá pápanum, sum seldi bilar og hevði verkstað og nógv fólk í arbeiði. Okkurt skiftið var Anna uttanlands, og so tók hon sær viðhvørt av yngru systkjunum, tá ið foreldrini vóru uttanlands.
1 .oktober 1977 giftust Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi av Nesi. Hann hevði longu tá ábyrgd í Zarepta, og hesi 36 árini í hjúnalagi hava tey verið fyrimyndarligt team, har eingin ivi hevur verið um, hvat hevur verið raðfest hægst. Umframt at hava verið í Zarepta, hava tey í skiftum verið eitt nú í Kristnastovu í Keypmannahavn og við skipunum hjá OM, eitt nú gomlu Norrønu, sum nú eitur Logos Hope.
Í lutfalsliga búnum aldri fór Anna at útbúgva seg til námsfrøðing. Hon hevur arbeitt bæði á dagstovnum og innan serøkið. Útbúgvingin samanflættað við nógvu lívsroyndunum gera, at arbeiðið fellur henni væl. Anna er fyrikomandi, góðslig og blíðsnýðað, og samstundis hevur hon greiðar meiningar um tingini, og hon megnar so sera væl at leggja tær fram.
Nógvu tey seinastu árini hevur heimið verið á Nesi, har tey búgva í barnaheiminum hjá manninum á Torkilsheyggi. Anna og Símun Pætur eiga tríggjar dreingir – Rói, Kári og Levi.
Arnvør og Rói búgva í Keypmannahavn, Bodil og Levi búgva í Aarhus, og Hervør og Kári hava fyri stuttum keypt hús á Toftum. Anna eigur tíggju ommubørn – fimm gentur og fimm dreingir.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, skyldkonan, og takk fyri gott vinalag í so mong ár.
-----
Jóannes Hansen