Anne Mette fegnast um prestagjaldið

Nú er hálvt ár síðani Anne Mette Greve Klementsen við familju flutti inn í prestagarðin í Fuglafirði, og tey eru øll fallin væl til í fiskamjølsbygdini.

Hon kundi frítt velja millum prestastarvið í Fuglafjarðar prestagjaldi ella í Hvalvíkar prestagjaldi. Hon valdi Fuglafjørð. Og tað hevur hon ikki angra.
- Eg eri ógvuliga væl móttikin í Fuglafirði, og vit eru øll fallin væl til eisini, so vit trívast væl her í prestagarðinum í Fuglafirði, sigur Anne Mette Klementsen.
Hon sigur, at tað er ein frægd at vera komin til eitt prestagjald sum tað í Fuglafirði.
- Mær nýtist als ikki at hugsa um, hvørt fólk koma í kirkju ella ikki. Í øllum prestagjaldinum ganga nógv fólk í kirkju, og tað er stórur munur á Fuglafjarðar prestagjaldi og summum kirkjum í Danmark, har tú kanst koma út fyri at prædika fyri trimum gomlum konum, sigur Anne Mette Klementsen.
Í Fuglafjarðar prestagjaldi eu bygdirnar Fuglafjørður, Leirvík, Funningsfjørður, Elduvík og Hellurnar.
- Eg royni at býta gudstænasturnar so kristiliga millum bygdirnar. Triðju hvørja viku eri eg í Fuglafirði og í Leirvík, og so verður javnt býtt millum hinar tríggjar bygdirnar í prestagjaldinum, sigur Anne Mette Klementsen.
Annars sigur hon, at tað eru so nógvir »seivir« halgidagar, at tað verður títtari enn tað, at kirkjurnar fáa vitjan av presti.
- Tað hendir eisini ofta, at eg havi tvær gudstænastur sama dag, sigur Anne Mette Klementsen.
Nýggi Fuglafjarðar presturin hevur sungið í kóri í mong ár, og í Fuglafirði hava tey eisini eitt sangkór, men fyribils hevur Anne Mette Klementsen nýtt tíðina at seta seg inn í nýggja starvið og at læra síni sóknarbørn at kenna. Men hvør veit, um hon ikki einaferð seinni fer at finnast í kórinum í Fuglafirði, har maðurin longu er vorðin fastur fúsur.

Anne Mette Greve Klementsen og familjan er fallin væl til í prestagarðinum í Fuglafirði