Dansibands-gudstænastan er ein av týðandi pørtunum á skránni á Dansibandsfestivalinum í Vági. Hesa løtuna, seinnapart leygardag á Dansibandsfestivalinum, leita fólk úr øllum ættum vestur í Vágs Høll at njóta løtuna til Dansibands-gudstænastu.
Vit eru sera fegin um, at Anne Mette Greve Klemensen, prestur i Fuglafirði,, kemur at vera prestur til Dansibands-gudstænastuna í ár, siga fyrireikararnir.
Skráin fyri Dansibandsfestivalin, ið byrjar 3. mai, verður tøk í komandi viku.