»Annfinn fer at reinsa okkum«

Í samrøðu við løgmann í út­varp­i­num hjá Kring­varp­inum tý­s­morgunin fekk løg­mað­ur tað at ljóða sum, at kann­ing­a­r­stjór­in í Skála­fjarð­a­mál­i­num, Ann­finn Vit­­alis Han­sen, hevur fingið greiða ar­beiðs­setn­ingin: At reinsa løgmann fyri allan mis­tanka.

Ivi hevur verið sáddur um trúvirðið hjá Annfinni V. Han­sen, eitt nú tí at hann eitt nú hevur sitið á tingi fyri Fólkaflokkin, og at hann er nær tengdur at lands­stýr­i­num við ymsum stýr­um og nevndum.

Men eftir øllum at døma, veit løg­maður longu nú, hvørja nið­urstøðu Annfinn Vi­t­al­is Han­sen kemur til. Tí løg­mað­ur segði so­leið­is við Kring­varp­ið mik­u­morg­un­in.

» – Nú kemur ein kann­ing­a­r­stjóri at vísa, at tað er einki gal­ið farið fram, og so er tann søg­an úti av verðini...«

– Hví brúka fleiri milliónir upp á ad­vo­k­at­rokn­ing­ar, um løg­­mað­ur longu hevur av­gjørt, hvør niðurstøðan hjá kann­ing­ar­stjór­a­num verð­ur?