Annfinn V. Hansen: Eg eri framvegis gegnigur

– Men kjakið um mín leiklut í málinum tekur fokus frá sjálvari kanningini, og tí ynski eg ikki at halda fram, sigur Annfinn Vitalis Hansen

Tað sigur Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, sum tí fyri løtu síðani boðaði løgtingsformanninum frá, at hann leggur frá sær sum kanningarstjóri í málinum um Skálafjarðartunnilin.

 

Ítøkiliga boðar hann løgtingsformanninum frá, at hann ikki ynskir at halda fram sum kanningarstjóri og mælir løgtingsformanninum til at loysa seg frá uppgávuni.

 

– Orsøkin er kjakið um mín leiklut í málinum, sum tekur fokus frá sjálvari kanningini, sigur hann.

 

– Sjálvur meti eg meg framhaldandi vera gegnigan at viðgera málið. Tó hevur tað rumbul, sum hevur verið um mín persón gjørt, at kanningin neyvan fær nóg stórt trúvirði.

 

Annfinn Vitalis Hansen og Jógvan á Lakjuni sita framvegis á fundi á løgtingsskrivstovuni. So skjótt teir eru lidnir hitta vit teir á málið. Meira verður at frætta bæði her á in.fo og á Rás2.

 

Lesið eisini: Annfinn V. Hansen farin frá sum kanningarstjóri

 

Lesið eisini: Løgtingsformaður kallað Annfinn á fund