Mynd: Álvur Haraldsen

Annika ætlar sær ikki at stilla upp til býráðsvalið

- Eg føli, at eg noyðist at raðfesta, sigur Annika Olsen, sum er sera glað og takksom fyri løgtingssessin, har hon ætlar at brúka alla sína orku

Mynd: Álvur Haraldsen

Annika Olsen, sum nú situr á sínum triðja skeiði sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu, ætlar sær ikki at stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst. 

 

- Tjóðveldi vil hava meg at stilla upp á kommunuvalinum, men eg eri ikki á listanum, og 2. og møguliga 3. uppstillingarfundur verður hin 28. august.

 

Hon sigur, at henni dámar sera væl í kommunalpolitikki, og tað er ikki óvist, at hon ikki vendir aftur einaferð seinni.

 

- Eg eri glað fyri tíðina, bæði sum býráðslimur, borgarstjóri og aftur sum býráðslimur, men í løtuni haldi eg, at neyðugt er raðfesta, nú eg eisini siti á løgtingi. 

 

Annika Olsen viðgongur, at hon er sera fegin og takksom fyri løgtingssessin, hon vann á seinasta løgtingsvali á listanum hjá Tjóðveldi.

 

- Fyribils ynski eg at brúka alla mína orku til løgtingsarbeiðið, og eg føli eisini, at hetta er mín skylda yvirfyri mínum veljarum, sum vístu mær stuðul á løgtingsvalinum.

 

Hon vísir á, at eftir trý skeið í Tórshavnar býráði, kundi hon hugsað sær at tikið ein steðg í býráðnum.

 

- Eg eri fegin um og takksom fyri øll trý skeiðini í býráðnum, harav eg sat sum borgarstjóri tey fýra árini frá 1. januar 2017 til 1. januar 2021.

 

Annika Olsen er eisini errin av teimum varðum, sum hon og onnur hava verið við til at seta í Tórshavnar kommunu hesi árini.

 

- Í mínari tíð sum borgarstjóri gjørdu vit íløgur fyri eina milliard, og eg fegnist um, at kommunan var skuldarfrí, tá skeiðið var runnið, sigur hon.

 

Fyrstu ferð, hon varð vald í býráðið, var á kommunuvalinum í 2004, og síðan varð hon vald á valunum í 2016 og 2020 - øll árini á fólkaflokslistanum.

 

- Í dag umboði eg Tjóðveldi, og tað er í løgtinginum, eg nú vil brúka alla mína orku, sigur Annika Olsen, sum eisini hevur sitið í landsstýrinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen