Tað verður eitt spennandi kommunuval í Skopun

- Eg stilli upp aftur fyri framhaldandi at kunna vera ein rødd hjá fólkinum, soleiðis sum eg havi roynt at verið hesi bæði seinastu skeiðini, sigur Marjun S. Debes

 

 

 

- Eg tími hetta ógvuliga væl, og eg havi eftir førimuni roynt at gjørt mítt besta, sigur Marjun S. Debes

Roknast kann við einum spennandi kommunuvali í báðum teimum størru kommununum í Sandoynni, Skopun og Sandi. 

Í báðum kommununum vóru tveir listar á seinasta vali, har fáar atkvøður vóru millum listarnar, seks í Skopun og fimm á Sandi.  

Á Sandi koppaðu fimm atkvøður gamla meirilutanum, og í Skopun vantaðu seks atkvøður í, at sitandi meiriluti koppaði.

Hyggja vit eftir tølunum í Skopun á seinasta vali, fekk listi A við Gerhardi Lognberg á odda 159 atkvøður, harav Gerhard sjálvur fekk tær 64.

Listi B fekk 153 atkvøður, og her var Marjun Debes fremst við 56 atkvøðum.

Vit hava spurt Marjuna S. Debes, um hon ætlar sær at stilla upp aftur á kommunuvalinum komandi.

- Jú, tað ætli eg mær. Vit hava arbeitt við einum lista, sum er komin væl áleiðis, men enn eru ikki øll nøvnini komin upp á pláss. 

Hon vísir á, at henni hevði dámt betur, um tað var ein nýggjur listi í Skopun, har øll tey, sum vilja bjóða seg fram á kommunuvalinum, vóru á.

- Men, verandi listar hava røtur fleiri ár aftur í tíðina, og skuldu vit øll, sum vilja stilla upp, verið á einum og sama lista, skuldi hetta sjálvsagt verið ein spildurnýggjur listi.

Hetta er annað valskeiðið, sum Marjun S. Debes situr í Skopunar kommunu, og hon dylur ikki fyri, at hon í spenningi sær fram til eitt nýtt kommunuval.

- Eg tími hetta ógvuliga væl, og eg havi eftir førimuni roynt at gjørt mítt besta.

Marjun sigur, at hon hevur ikki stóra familju, so sum systkinabørn og trímenningar, men hon fegnast um, at bygdarfólkið hevur vísti henni álit á undanfarnum kommunuvalum. 

Spurd, um hon hugsar um at gerast borgarstjóri, nú tað er greitt, at Gerhard Lognberg ikki stillar upp aftur, og Skopun skal hava nýggjan borgarstjóra, sigur hon soleiðis:

- Eg stilli upp aftur fyri framhaldandi at kunna vera ein rødd hjá fólkinum, soleiðis sum eg havi roynt at verið hesi bæði seinastu skeiðini, og so fáa vit at síggja, hvussu verður við borgarstjóranum, tí tað verður fólkið, sum ger av, hvønn tey ynskja við borðendan.

Marjun S. Debes heldur, at komandi kommunuval kann gerast rættiliga spennandi. 

- Tað verður spennandi at síggja, hvussu eitt nýtt bygdarráð kemur at síggja út eftir kommunuvalið í heyst.

Hon leggur aftrat, at í Skopun er gott at búgva, og her eru allir møguleikar at skapa góðar karmar og trivnað í bygdini.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/samal-hanni-vil-bera-stafettina-vidari

 

 

 

- Eg tími hetta ógvuliga væl, og eg havi eftir førimuni roynt at gjørt mítt besta, sigur Marjun S. Debes