Annika og Natasja taptu greitt fyri ÍBV

Tíverri gjørdist ikki talan um eina føroyingauppgerð hesaferð

Ingibjørg Olsen var tíverri ikki við á ferðini hjá ÍBV, ið leikti móti liðnum hjá Anniku Fríðheim Petersen og Natasju Hammer, Haukar ígjár. So vit fingu ikki ta fyrstu føroyingauppgerðina í bestu íslendsku kvinnudeildini í hondbólti á hesum sinni.

 

Natasja Hammer skoraði tvey mál í einum greiðum 24-31 tapi fyri ÍBV. Skaðin hendi longu í fyrra hálvleiki. Í steðginum var ÍBV á odda 17-10.

 

Komandi leygardag spæla Haukar móti Stjørnuni á útivølli. Sama dag tekur ÍBV móti Fram á heimavølli.

 

Nummar LiðDystirVJTStig
1 Valur550010
2 Fram64119
3 KA/Þór64119
4 Haukar62135
5 HK62135
6 Stjarnan62044
7 ÍBV52034
8 Afturelding60060