Annika Olsen førir politikk á Facebook

Annita á Fríðriksmørk, sum er á tingi fyri Høgna Hoydal, undrast á, at Annika Olsen nýtir Facebook sum miðil at koma fram við sínum sjónarmiðum um verkfallið hjá pedagogum. Tí hevur hon sett henni tríggjar munnligar spurningar:

1. Hvat meinar Annika Olsen við, tá ið hon alment sigur, at lønin hjá pedagogunum er beinleiðis niðurgerandi?

2. Hvat fer hon at gera til tess at bøta uppá hesa niðurgerandi løn

3. Og hvat hevur Annika Olsen gjørt til tess at ávirka gongdina rætta vegin?

Annita á Fríðriksmørk heldur tað vera løgið, at Annika Olsen velur Facebook, sum miðil til tess at koma fram við sínum sjónarmiðum um verkfallið.

– Fyri tað fyrsta, tí talan er ikki um hennara málsøki, men málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Í øðrum lagi, tí hon kann gera nakað við tað, annað enn at profilera seg positivt upp á eitt mál, sum rakar onnur í samfelagnum so meint, sum hetta verkfallið ger. Hon kann nemliga leggja tað trýst hon vil á landsstýrismannin í fíggjarmálum, sigur Annita á Fríðriksmørk sum grundgeving fyri at seta henni spurningarnar.